Patrik skoraði sigursmálið

Føroyar høvdu yvirvág, og Patrik Johannesen skoraði fyri fyrstu ferð á landsliðnum

Tað er ikki á hvørjum degi, at Føroyar vinna landsdyst í fótbólti. Í dag var ein sovorðin dagur.

 

Føroyar eru á venjingarlegu í Spania. Leygardagin var tað vónbrot, tá ið tað ikki eydnaðist at vinna ímóti Gibraltar. Tá høvdu Føroyar stóra yvirvág, men tað eydnaðist ikki at fáa hol á.

 

Í kvøld var Liktinstein mótstøðuliðið, og nú eydnaðist tað at vinna. Føroyar vunnu 1-0.

 

Patrik Johannesen var fyri fyrstu ferð fremsti maður. Í fyrra hálvleiki beindi hann bóltin í málið, men tá varð málið kolldømt fyri rangstøðu. Men tað eydnaðist seks minuttir eftir steðgin. Sølvi Vatnhamar, sum aftur í kvøld var sentralur miðvallari, snaraði eitt vet til høgru og á brotsteigarmarkinum um seg sjálvan eftir sending frá vongverjanum í høgru René Shaki Joensen, og Patrik Johannesen var á rætta staðin og stútaði mitt fyri málinum og úr stuttari fjarstøðu bóltin í málið. Hetta er fyrsta ferðin, at Patrik Johannesen er málskjútti á landsliðnum.

 

Føroyska ferðalagið riggar nú til at flúgva til hús aftur, og spælararnir í heimligu kappingini fara leygardagin og sunnudagin aftur at spæla í føroysku landskappingini.

 

 

 

Liktinstein – Føroyar 0-1 (0-0)

 

Vinardystur

 

Týsdagin 29. mars 2022 kl. 16.00 á Pinatar Arena í Pinatar

 

0-1: Patrik Johannesen 39.

 

Dómaratrio úr Gibraltar: Jason Barcelo, Daniel Gomez Gordillo, Michael Gerard Macias

 

4. dómari: José Gallegi Garcia úr Spania

 

Føroyar: Mattias Heðinsson Lamhauge – René Shaki Joensen (Heri Hjalt Mohr, 46.), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (Daniel Johansen, 46.) – Gilli Rólantsson Sørensen (Meinhard E. Olsen, 61.), Sølvi Vatnhamar, Jákup B. Andreasen (Heðin Hansen, 46.), Jóannes Bjartalíð (Adrian Justinussen, 69.) – Hallur Hansson, liðformaður, Patrik Johannesen (Petur Knudsen, 61.)

 

Á beinkinum: Gunnar Nielsen, Teitur Matras Gestsson, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður H. Askham, Klæmint A. Olsen

 

Gult kort: Odmar Færø, Sølvi Vatnhamar

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze