Paul McCartney fekk íblástur frá pápa sínum

Tann víðagitni sangarin greiður nú frá, at tað var pápi hansara, James, sum var íblástur til The Beatles.

 

Ein av kendastu og valdmiklastu bólkunum nakrantíð er uttan iva The Beatles, sum broytti tónleikaheimin við sínum tónleiki. The Beatles fingu navn frá John Lennon, men tónleikurin hevur uppruna aðrastaðni.

 

-Míni fyrstu minnir um tónleik koma frá pápa mínum. Hann spældi klaver heima. Tað var í gomlum døgum, tá ið vit stóðu fyri okkara egna undirhaldi, tí einki annað var at gera, greiður McCartney sambært eb.dk frá.

 

Hann sigur í samband við tíðindafund um nýggju fløgu sína, at hann altíð lá og lurtaði eftir pápa sínum, og tók alt til sín.

 

McCartney gevur út nýggja fløgu við gomlum sangum. Fløgan Kisses on the Bottom kemur á marknaðin 6. Februar.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í dag.