Pauli gjørdist toppskjútti

Team Sydhavsøerne vann á Køge á heimavølli

Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne tóku í kvøld móti botnliðnum, Køge í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Væl gekk hjá Team Sydhavsøerne sum vann 23-20. Í steðginum var heimaliðið á odda 12-7.

 

Tað gekk framúr væl hjá Paula, ið gjørdist toppskjútti hjá Team Sydhavsøerne við sjey málum. 

 

Komandi fríggjakvøld verður føroyingauppgerð. Tá taka Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ taka ímóti Paula og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne.

 

Støðan (soccerstand.com):

 

##med2##