Pedagogar eru ein íløga í samfelagið og framtíðina

Enn einaferð mugu pedagogar taka stríðsstig fyri at vísa teirra virði í samfelagnum. Tað er púra burturvið. Búskaparráðið hevur víst á, at stórur tørvur verður á pedagogum komandi 10 árini. Men kortini verður lítið gjørt fyri at hjúkla um henda starvsbólk, so tey verða verðandi í starvi.

 

Pedagogar eru ein íløga í framtíðina, tí tey eru rundan um børnini. Pedagogar eru ein íløga í samfelagið, tí tey taka sær av veikum og útsettum bólkum.

 

Tí er umráðandi at hava nógvar og dugnaligar pedagogar. Vit vita øll, at góð løn og góðar arbeiðsumstøður draga starsvfólk til sín. Hetta er eisini galdandi fyri pedagogar.

 

Tí er umráðandi, at pedagogar hava eina góða løn og góðar arbeiðsumstøður.

 

Beinta Løwe,

 

tingkvinna,

 

Tjóðveldi