Pedagogfelagið herðir verkfallið mánadagin

Føroya Pedagogfelag fer at herða verkfallið at umfata allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum.

- Føroya Pedagogfelag herðir verkfallið fráboðað 15. desember 2017 at umfata allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Hetta er galdandi frá klokkan 08 mánadagin 18. desember 2017.

 

Tað sigur Føroya Pedagogfelag í fráboðan, sum felagið júst hevur sent út.

 

- Vit herða tiltøkini, tí Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki taka sáttmálakrøvini hjá Føroya Pedagogfelag í álvara og ikki vilja føra veruligar samráðingar, sigur felagið í fráboðanini.

 

Felagið vísir til úrskurðin hjá Fasta Gerðarættinum 15. desember, sum er í dag og sigur, at nevndin hevur gjørt eina ítøkiliga meting av tørvinum á undantøkum og hevur tískil eisini givið nøkur undantøk í fráboðanini.