Pedri fór við Kopa heiðurinum

Ballon d’Or: Spanski miðvallarin hjá FC Barcelona er kosin til besta spælaran undir 21 ár

Í samband við Ballon d’Or tiltakið í gjár, har Lionel Messi vann heiðurin fyri sjeyndu ferð, bleiv Pedri valdur til besta spælaran undir 21 ár. Tann heiðurin hevur fingið heitið Kopa heiðurin.

 

19 ára gamli Pedri hevur fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot hjá bæði FC Barcelona og Spania í farna kappingarárinum. Hann verður mangan samanborin við Andrés Iniesta í spælistíli.

 

Pedri vann heiðurin frammanfyri enska Jude Bellingham, sum spælir við Borussia Dortmund, og týska Jamal Musiala úr Bayern Munchen.