Pence byrjar valstríð við at finnast at Trump: Hann var fyrilitarleysur

Á degnum, tá lopið varð á Kongressina, var Donald Trump við til at seta fólk í vanda, sigur Mike Pence.

 

Kona Mike Pence, Karen Pence, presenteraði mann sín á tiltakinum í Iowa í dag Mynd: Brian Cahn/Zuma/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Mike Pence er í kvøld farin í gongd við valstríð sítt til forsetavalið við einum tiltakið í statinum Iowa. 

Har leggur hann eftir fyrrverandi stjóra sínum, fyrrverandi forsetanum, Donald Trump.

Millum annað finst hann at Trump fyri at hava handlað óforsvarliga tann 6. januar í 2021, tá lopið varð á Kongressina í USA.

– Sum eg havi sagt fleiri ferðir, so var vóru orðini hjá Turmp á hesum lagnudegi fyrilitarleys, og hann setti familju mína og øll í Kongressini í vanda, sigur Pence sambært tíðindastovuni AFP.

Pence boðaði fyrr í dag frá – á sínum 64 ára føðingardegi – alment, at hann fer at royna at gerast valevni hjá Republikanska flokkinum til forsetavalið í 2024.

Á tiltakinum í Iowa legði hann fram kanska harðastu atfinningar sínar at leiklutinum hjá Donald Trump undir álopinum á Kongressina.

– Eg haldi, at øll, sum seta seg oman fyri grundlógina, ongantíð kunnu gerast forsetar í USA. Og øll, sum biða onnur um at seta seg oman fyri grundlógina, skulu ikki kunna gerast forsetar í USA aftur, segði Pence. 

Trump noktaði at viðganga, at hann tapti eftir forsetavalið í 2020.

/ritzau/

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Kona Mike Pence, Karen Pence, presenteraði mann sín á tiltakinum í Iowa í dag Mynd: Brian Cahn/Zuma/Ritzau Scanpix