Peningurin fer primert til kappróðrarneyst

Neystið, sum kappróðrardeildin hjá VÍF hevur latið byggja, fer at standa í sløkum 2 miljónum krónum, tá tað er liðugt

Vestmanna

 

Eitt úrslit av bátastevnuni í Vestmanna, sum nú verður hildin fyri áttandu ferð, er kappróðrarneystið hjá vestmenningum. Peningurin, sum kemur inn fyri bátastevnutiltakið, fer, sum Bárður Nielsen málber seg, primert til kappróðrarneystið.

- Vit tóku niðaru hædd í neystinum í nýtslu fyri nøkrum árum síðan, og nú er tað so ovara hæddin, sum skal innrættast og gerast liðug.

Bárður Nielsen, sum er í bátastevnunevndini hjá VÍF, sigur, at kappróðrarneystið er 22 x 12 metrar til støddar – og í tveimum hæddum, har ovara hæddin er líka stór í fermetrum sum hin niðara.

- Í niðaru hæddini hava vit bátarnar, skifti-og brúsurúm, wc’ir og venjingarhøli.

Hann sigur, at nú er tað ovara hæddin, sum stendur fyri at skula gerast liðug.

- Í ovaru hæddini verður eitt nú felagshøli og venjingarrúm.

Bárður vísir á, at higartil eru umleið 1,2 miljónir krónur lagdar í neystið og tað, sum eftir er at gera, fer helst at kosta einar 700.000 krónur, tá alt er liðugt.

- Soleiðis fer kappróðrarneystið, tá báðar hæddirnar standa lidnar, at kosta slakar 2 miljónir krónur, leggur hann aftrat.

 

Dreingir og gentur

Vestmenningar hava mannað 5. mannafarið Havfrúnna við dreingjum og gentum í summar, og 6. mannafarið Furtúna er mannað við monnum. Haraftrat fer Havfrúgvin eisini at luttaka í barnaróðrum í summar.

- 10. mannafarið Vestmenningur er tíverri ikki mannaður í summar, tí menn, sum hava róð við bátinum, ynsktu at hava frí frá kappróðri í summar. Vit vóna tó, at báturin verður mannaður aftur næsta kappingarár, sigur Bárður Nielsen.