Pensjónirnar hækka 50 krónur

PENSJÓNIR Pensjónistar hava kravt, at fólkapensjónin skal hækka 220 krónur um mánaðin, men tað hevur ongantíð ligið í kortunum, sigur Annika Olsen

- Fólkapensjónin skal nú hækka einar 50 krónur um mánaðin.
Og tað skulu allar aðrar pensjónir eisini.
Tað ætlar Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú seinasta hond verður løgd á fíggjarlógina fyri næsta ár.
Annars hevur Landsfelagið hjá Pensjónistunum kravt, at pensjónirnar skulu hækka 220 krónur um mánaðin.
- Men tað kann tað í øllum førum ikki verða talan um, staðfestir Annika Olsen.

Ørkymlandi
- Vit leggja stóran dent á, at tá ið nýggir lønarsáttmálar vórðu gjørdir í fjør, vórðu allar hækkingarnar roknaðar út í krónum og ikki í prosentum, staðfestir Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelagi Pensjónistanna.
Hann sigur, at annars hava lænarhækkingar altíð verið roknaðar í prosentum og tískil vakti tað ans, tá ið lønirnar í fjør vórðu roknaðar í krónum, tí tað var nakað spildurnýtt.
- Men tá ið allar aðrar lønarhækkingar vórðu roknaðar í krónur, er tað sjálvsagt, at eisini pensjónirnar skulu hækka í krónum og ikki í prosentum.
- Allar lønir undir 30.000 krónur um mánaðin, hækkaðu 220 krónur og tískil halda pensjónistarnir, at tað er sjálvsagt, at eisini pensjónirnar hækka 220 krónur um mánaðin, sigur formaðurin í Landsfelagum.

Forrokna seg
Men her hava tey í Landsfelagi Pensjónistanna forroknað seg, tí talan kann ikki verða um eina hækking upp á 220 krónur um mánaðin, sigur Annika Olsen.
- Pensjónir eru altíð hækkaðar í prosent og ikki í krónum og hesuferð verður eisini lagt upp til at tær skulu hækka í prosent, sigur Annika Olsen.
Men hon viðgongur, at tað hevur verið ógvuliga ørkymlandi, at Fíggjarmálaráðið brádliga í fjør fór at tosa um lønarhækkingar í krónum ístaðin fyri í prosent, soleiðis, sum tað altíð hevur verið vanligt.
- Tað er ómetaliga keðiligt og tað hevur uttan iva gjørt sítt til, at miskiljing er komin í, og at pensjónistarnir halda, at nú skulu pensjónirnar eisini hækkast í krónum, heldur enn í prosentum.
- Men hetta er sum at samanbera perur og bananir, leggur hon afturat.
Hon sigur, at hon hevur fingið at vita úr Fíggjarmálaráðnum, at í miðal hava lønarhækkingarnar verið 0,85% í ár og tær verða tað sama næsta ár.
- Fíggjarmálaráðið hevur roknað út, at ein lønarhækking upp á 220 krónur um mánaðin, svarar til 0,85% í miðal.
Og tað er hetta, Annika Olsen fer at halda seg til, tá ið pensjónirnar skulu hækka, og tað er hetta, hon vónar at fáa politiska undirtøku fyri í samgonguni.
- Í fíggjarkarmunum hava vit lagt upp fyri, at pensjónirnar skulu hækka 0,85% og tað vóni eg eisini, at samgongan tekur undir við, nú fíggjarlógin skal leggjast fyri Løgtingið og samtykkjast, leggur hon afturat.
Í hesum sambandi eru 8,2 milliónir lagdar oman á fíggjarkarmarnar til at hækka pensjónirnar fyri.
Annika Olsen følir sosttatt ikki, at hon hevur brotið nakað lyfti til pensjónistarnar, tí pensjónirnar verða hækkaðar í prosent, tað sama, sum lønirnar eru hækkaðar í prosent, akkurát, sum vanlig mannagongd altíð hevur verið.
- Tað lyftið ætla vit at halda, leggur hon afturat.
- Skuldu allar pensjónirnar hækka 220 krónur um mánaðin, skuldu tær hækka 7%-8% og tað er ongantíð komið fyri áður.
- Tað hevði merkt eina eyka útreiðslu hjá landskassanum upp á einar 25 milliónir, og tað hevur ongantíð ligið í kortunum, at tað skuldi gerast, leggur hon afturat.

Við afturvirkandi kraft
Hinvegin ætlar Annika Olsen eisini, at pensjónirnar skulu hækka 0,85% við afturvirkandi kraft frá 1. januar í ár at rokna.
Somuleiðis hækka tær aftur 0,85% á nýggjárinum, so at tilsamans verður hækkingin 1,7%.
Annika Olsen sigur, at tilsamans verður talan um eina hækking upp á einar 50 krónur um mánaðin.
- Vit hava lovað, at vit skuldu hækka pensjónirnar afturvirkandi og tað ætli eg at halda og tað vóni eg, at samgongan tekur undir við, sigur Annika Olsen.
- Talan er ikki um tað stóru hækkingina, men tað er eisini prinsippið í tí, at vit halda tað, vit hava lovað, leggur hon afturat.

Prosent ella krónur
Fyrr hækkaðu allar pensjónir sjálvvirkandi 4% um árið.
Men síðani er tað so líðandi avtikið. Fyrst varð sjálvvirkandi hækkingin lækkað niður í 3% fyri nøkrum árum síðani, men síðani varð hon aftur lækkað niður í 1%.
Men nú hevur hendan samgongan so avgjørt at sjálvvirkandi hækkingin av almannaveitingunum skal avtakast heilt.
Men samstundis varð semja um, at føra sáttmálasamráðingar til, at lønirnar hækka, skulu pensjónirnar hækka samsvarandi.
Men spurningurin er so um hækkingin skal roknast út í prosent ella í krónum og her er tað, at ósemja ímillum landsfelag Pensjónistanna øðrumegin og Anniku Olsen og Jenis av Rana hinummegin, tekur seg upp. Pensjónistarnir siga, at sjálvandi skal hækkingin vera í krónum, men politikarar siga, at teir tosa sjálvandi um prosent.

Pensjónir og studningur hækka
- Bæði pensjónir og studningur til skúlanæmingar skulu hækka.
Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum í samgongu.
Tá ið Løgtingið samtykti at skipanin, har allar pensjónir hækkaðu sjálvvirkandi, varð avtikin, varð Miðflokkurin ein av teimum, sum strongdi á at fáa samgonguna at semjast um, at hækkaðu lønirnar í samráðingunum síðsta heyst, skuldu almennu veitingarnar hækka tilsvarandi.
Og tað samdust samgongan um.
- Hetta umfatar ikki bara allar pensjónir, men eisini studning til skúlanæmingar og tann avtalan skal haldast, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur tað, at beint fyri summarfrítíðina hittust í formenninir í samgonguflokkunum og tá var semja um, at tann semjan í samgonguni stendur við.
Men hann er samdur við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, í, at talan hevur alla tíðina verið um, at pensjónirnar og studningurin skulu hækkast í prosentum og ikki í krónum, soleiðis, sum pensjónistarnir føra fram.
- Vit vóru samd um, at allar pensjónir og studningur skulu hækkast við sama prosenti, sum lønirnar hækkaðu við.
- Pensjónir og almannaveitingar eru altíð hækkaðar í prosentum og tað er eisini tað, sum liggur í kortunum hesuferð, leggur hann afturat.