Pensjonistar framvegis fyri vanbýti – og lansstýrismaðurin brýtur samgonguskjalið

Tað má tíanverri ásannast, at politiska virðingin fyri pensionistunum liggur á einum sera lágu støði.

 

Ì samgonguskjalinum stendur, at:

 

Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi. Meginreglan er, at førleikin og ikki aldurin skal avgera, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum

 

Hóast hetta, so hevur avvarðandi landsstýrismaður í fíggjarmálum als ongar ætlanir um  at halda seg til tað skjal, hann sjálvur hevur undirskriva.

 

Feskasta dømi um hetta er, at landsstyrismaðurin til fyrispurning mín, um nær hann ætlar at fremja avtaluna um avtøku av aldusrmarkinum, svarar soleiðis:

 

Arbeitt verður í løtuni við at hækka fráfaringaraldurin úr 70 ár upp í 72 ár, bæði fyri sáttmálasett starvsfólk og fyri tænastumannasett. Hetta merkir, at fólk fáa møguleika at arbeiða longri, um tey ynskja tað. Men tað er ikki nakað krav, tí fólkapensjónsaldurin verður óbroyttur.”

 

Hetta er ikki tað sama sum at avtaka aldursmarkið og koma hesum áralanga mismuni móti pensjonistunum til lívs ! Og als ikki í samljóði við samgonguskjalið.

 

Í Danmark er hesin mismunur mótvegis pensjonistum bannaður við lóg  - men í Føroyum tykist eingin vilja at vera.

 

Tað má tíanverri ásannast, at politiska virðingin fyri pensjonistunum í Føroyum liggur á einum sera lágum støði.