Skaldsøgan hjá Per Petterson, sum vann Norðurlanda Bókmentavirðislønina í ár, er nú komin á føroyskum. Fyri aðru ferð er ein skaldsøga hjá norska skaldinum Per Petterson nú týdd til føroyskt.
Hesuferð er talan er um bókina »Jeg forbanner tidens elv«, sum á føroyskum hevur fingið heitið »Banna veri tíðaráin« í týðing hjá Jákupi í Skemmuni. Tað var eisini hann, sum týddi altjóða metseljaran hjá Petterson »Ut og stjæle hester«, sum kom út á føroyskum í 2006.
»Banna veri tíðaráin« hevur fingið óvanliga góð ummæli kring allan heim, og ummælarar aftra seg ikki við at kalla hana eitt meistaraverk.
Serliga er tað vakra pettersonska málið, ið hugtekur í óuppgjørda mátanum, tað stillisliga sker inn á bein í lysingini av alt ov menniskjaligum tvídráttum.
Eitt nú segði Bergur Djurhuus Hansen soleiðis, tá hann vegna dómsnevndina í farnu viku handaði Per Petterson Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina, ið eftir hansara tykkki verður til stóra list í kraft av sínum máli:
- Tí sjálvt um frásøgnin um Arvid Jansen býr í søgugongdini, so kemur hennara søk fram í sjálvum málinum - í fínu, stillisligu prosaini hjá Pettersen, har orðini leggja seg kring tøgnina, sum tað ongantíð eydnast persónunum at bróta.
Tað er forlagið Nýlendi, sum gevur út »Banna veri tíðaráin«.