HEIÐUR. Danska sjónvarpssendingin, Floksveitslan, sum hevur føroyskan framleiðsluleiðara, hevur vunnið silvurrósuna við sjónvarpskappingina Rose D?Or í Montreux.
Tað er ikki á hvørjum degi, at ein føroyingur vinnur stóran altjóða heiður, men í vikuni fekk Per Zachariassen hendan heiðurin
Rose D?Or verður hildin eina ferð um árið, og allar tær stóru rásirnar eru við í kappngini. Floksveitslan, sum Per Zachariassen er framleiðsluleiðari á, vann kappingina í bólkinum ?Light Entertainment? ? lættari undirhald.
Sendingin, sum eisini er at síggja í føroyskum sjónvarpi, hevur verið ein av teimum best umtóktu í Danmark í longri tíð.
Fríggjakvøldið fer seinasta sendingin í hesum umfari av barkastokki og tá verða gestirnir filmsleikstjórin Susanne Bier og fíggjarmaðurin Klaus Riskær Pedersen. Henda sending verður væntandi at síggja í føroyskum sjónvarpi seinni í summar.