PET samstarvaði við Gaddafi

Skjøl, sum eru funnin á skrivstovunum hjá libysku fregnartænastuni, avdúka, at fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, arbeiddi saman við libysku fregnartænastuni, ESO. Tað skrivar Politiken í dag.

Í skjølunum sæst, at leiðarin í PET, Jakob Scharf, var í Tripoli og tosaði við libyska fregnartænastuleiðaran, Moussa Koussa, í august í 2008. Millum skjølini er eisini brævaskifti millum PET og embætismenn í ESO. Eitt nú sæst, at PET sendi tveir teknikarar til Tripoli í sambandi við, at partarnir høvdu gjørt av at fáa sær trygt samskiftissamband millum Tripoli og Søborg norðan fyri Keypmannahavn, har PET er.

Jakob Scharf váttar fyri Politiken, at hann var í Tripoli í august í 2008. Hann vísir á, at endurprenting av Muhammedstekningunum tíðliga í 2008 hevði við sær, at danska sendistovan í Pakistan bleiv bumbað, og at danska konsulátið í Tripoli fekk bumbuhóttanir.

-Tað var í tí sambandi, at eg hitti ESO-stjóran í Libya. Ørindini vóru at kunna hann um hóttaninar ímóti donskum áhugamálum og at tryggja, at teir vóru til reiðar at varskógva okkum, um tað bleiv neyðugt, sigur PET-stjórin við blaðið.

Lene Espersen, sum var løgmálaráðharri um tað mundið, vildi ikki gera viðmerkingar til málið, tá hon bleiv spurd í gjár.