Pete Hegseth um stríð­ið um rús­evna­bát­ar: Vit eru bert júst byrjað

Serfrøðingar halda, at amerikanski herurin handlaði ólógliga, um tveir yvirlivandi av skipinum vórðu dripnir við vilja.

Amerikanski forsetin, Donald Trump og verjumálaráðharrin Pete Hegseth á stjórnarfundi. Á fundinum fara teir at umrøða umstrídda álopið á ein smuglingarbát, sum er undir illgruna fyri smugling í Karibia. - Mynd: Brian Snyder/Reutersaa

Hóast nógvar atfinningar av tvífalda álopinum hjá USA á ein smuglarabát, sum er undir illgruna fyri smuglara í Karibia, hevur verjumálaráðharrin í landinum, Pete Hegseth, ongar ætlanir um at steðga átakinum móti rúsevnasmuglarum.

Tvørturímóti.

Tað segði hann á stjórnarfundi, sum Donald Trump, forseti, var vertur fyri týsdagin, skriva tíðindastovurnar AP og Reuters.

- Vit eru júst byrjað at leypa á narkobátar og at senda narkoterroristar á havsins botn, tí teir hava eitrað amerikanska fólkið, sigur Pete Hegseth.

Álopið á bátin fór fram í september í Karibiska havinum.

Sambært amerikanska herinum var skipið lastað við rúsevnum.

Eftir at báturin einaferð varð raktur av rakett, varð hann aftur álopin, og annað álopið kann hava verið ólógligt, halda fleiri serfrøðingar.

Sambært Washington Post gav Hegseth boð um at drepa øll, sum vóru á bátinum.

Tvey fólk yvirlivdu fyrra álopið, og eftir tað seinna fór fram - sambært blaðnum, við tí endamáli at drepa tey yvirlivandi.

Sambært altjóða lóg er tað ólógligt at leypa á onkran, sum er særdur.

Tíðindaskrivarin í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, segði á tíðindafundi mánadagin, at admiral Frank Bradley gav boð um álopini og virkaði innanfyri teir karmar, sum Hegseth setti.

- Admiral Bradley virkaði fult innanfyri sínar myndugleikar og lógina, tá hann stóð á odda fyri átakinum fyri at tryggja, at báturin varð oyðilagdur, og at hóttanin móti USA varð burturbeind, sigur Leavitt.

Sunnudagin varð Trump spurdur um dupulta álopið. Her segði hann, at hann hevði gjarna viljað sloppið undan seinna álopinum.

- Tað hevði eg ikki viljað - ikki seinna álopið, segði hann, sambært AP.

Forsetin legði afturat, at Hegseth hevði sagt honum, at tey bæði, sum yvirlivdu, ikki vóru dripin eftir boðum frá verjumálaráðharranum.

Admiral Frank Bradley fer væntandi hósdagin at greiða limum í kongressini frá gongdini í álopinum í Karibiska havinum á einum trúnaðarfundi, skrivar AP.

 

/Ritzau/

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump og verjumálaráðharrin Pete Hegseth á stjórnarfundi. Á fundinum fara teir at umrøða umstrídda álopið á ein smuglingarbát, sum er undir illgruna fyri smugling í Karibia. - Mynd: Brian Snyder/Reutersaa