Sangarin úr Bet You Are William fer at framføra nakrar av sínum sangum í kvøld Í kvøld verður er hugnaligt tónleika og kafé kvøld í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Hetta er í sambandi við framsýningina ?Lívsins ferð í ljósi og myrkri? hjá Onnu Hansen og Rógva á Lakjuni.
Um tónleik sín sigur Petur Háberg: - Eg skrivi frá hjartanum tá eg skrivi og eg spæli mín tónleik við kenslum. Tað ljóðar kanska býtt og naivt, men tað er satt. At skapa nakað, sum onnur dáma - er stórt, haldi eg sjálvur.
Fólkini aftanfyri framsýningina fara at siga frá nøkrum persónligum søgum, sum liggja aftanfyri nøkur av listaverkunum, sum eru við á framsýningini
Tiltakið er ókeypis, og verður í Ribarhúsi í Fuglafirði, týskvøldið 15. september kl. 20.