Komandi dagarnar kemur hitalagið at liggja millum 11 og 15 stig. Tað sigur veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen. Onkur ælingur verður, men tað verður fyri tað mesta turt. Um vikuskiftið verður tó kaldari.
Undir myndini ber til at hoyra eitt ljóðbrot, har Petur Skeel Jacobsen greiðir frá veðrinum teir komandi dagarnar.