Petur skoraði ímóti Brøndby

Lyngby vann í dag 4-1 á útivølli ímóti meistaraliðnum

Mynd: Lyngby Boldklub

Í dag spældu Petur Knudsen og liðfelagarnir í Lyndby Boldklub fyrsta venjingardystin síðani jólafrítíðina.

 

Síðsta summar flutti Lyngby niður í næstbestu deildina, meðan Brøndby IF vann meistaraheitið.

 

Í venjingardystinum í dag átti Brøndby heimavøll ímóti Lyngby, sum vann 4-1. Hálvleiksstøðan var 1-0 til Brøndby.

 

Petur Knudsen legði Lyngby BK á odda 2-1, tá ið eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki. Av brotsteigarmarkinum sendi hann bóltin í heimamálið.

 

26. februar fara Petur Knudsen og liðfelagarnir at spæla fyrsta landskappingardystin eftir vetrarsteðgin. Hann verður á heimavølli ímóti FC Fredericia. Lyngby er á triðja plássi við 36 stigum. Tað eru trý stig fram til toppliðið FC Helsingør, og tað er eitt stig fram til Hvidovre IF á øðrum plássi.

 

Mynd: Lyngby Boldklub