Pfizer biður um neyðgóðkenning av koronupillara í USA

Nýggi pillarin hjá Pfizer til sjúklingar við koronu í USA kann vera ávegis, um myndugleikarnir góðkenna.

 

Heilivágsfelagið Pfizer hevur biðið amerikonsku heiligvágsmyndugleikan, FDA, um neyðgóðkenning av koronupillara felagsins.

Tað sæst í fráboðan frá Pfizer í dag.

– Við yvir fimm milliónum deyðum og óteljandi lívum, sum eru ávirkað av sjúkuni kring heimin, er bráðfeingis tørvur á lívbjargandi viðgerðarmøguleikum, sigur stjórin í Pfizer, Albert Bourla.

– Vit arbeiða so skjótt sum gjørligt í royndum okkara við at fáa hesa møguligu viðgerð til sjúklingarnar.

Í síðstu viku boðaði Pfizer frá, at pillarin kann minka vandan fyri at verða innlagdur og doyggja við 89 prosentum. Tað hava úrslit frá royndum víst.

Tað kann lætta trýstið á sjúkrahús í nógvum londum.

Serfrøðingar halda ein slíkan pillara verða góða hjálp til koppseting í stríðnum ímóti farsóttini.

Higartil hava ikki verið nakrir góðir viðgerðarmøguleikar fyri sjúklingar, sum verða smittaðir við koronuvirusi. Tað hevur fyrst og fremst verið koppseting, sum er verja ímóti álvarsamari sjúku.

Í síðstu viku boðaði Pfizer frá, at pillarin fer at kosta á leið tað sama sum tann hjá kappingarneytanum Merck, sum hevur fingið góðkenning í Bretlandi.

Eisini Merck hevur søkt um neyðgóðkenning av sínum pillara í USA.

 

Amerikanski prísurin hjá Merck er umleið 700 dollarar fyri pillarar í fimm dagar. Tað er umleið 4.500 krónur.

/ritzau/AFP