Ansið eftir: Phishing-álop á føroyskum í umferð á Facebook

Politiið heitir á øll um ikki trýsta á leinkjur, har ein verður biðin at rita inn á Facebook á nýggjum.

Føroya Politi fekk í gjárkvøldið eina fráboðan um, at fleiri borgarar vórðu útsettur fyri sokallaðum "phishing-álopi" á Facebook. 

 

Politiið greiðir soleiðis frá:

 

– Borgararnir sóu eitt uppslag, ið var skrivað á føroyskum, har ein verður biðin at venda sær til 112, um ein hevur upplýsingar um eitt ferðsluóhapp (Sí mynd).

 

– Við at trýsta á leinkjuna verður ein biðin um at rita inn á Facebook av nýggjum. Við hesum fáa teldusníkarnir innritanarupplýsingar og broyta loyniorðið til Facebook.

 

– Leinkjan er mest sannlíkt umsett til Føroyskt við Microsoft Translator. Tað sæst við at tað er ”/” (framskák) í tekstinum, skrivar Politiið.

 

Politiið heitir í hesum sambandið staðiliga á øll um ikki trýsta á leinkjuna ella aðrar líknandi leinkjur, har ein verður biðin at rita inn á Facebook á nýggjum.

 

– Um tú hevur trýst á leinkjuna og hevur skrivað tínar innritinarupplýsingar, skalt tú skjótast gjørligt broyta loyniorðið hjá tær. Um teldusníkarnir longu hava broytt títt loyniorð og sostatt læst teg úti av kontuni, kanst tú royna at brúka ”gloymt loyniorð” funkuna.

 

Fyri at tryggja tínar kontur á bestan hátt verður mælt til at virkja ”Tvey-Faktor”.

 

– Sí annars heimasíðuna hjá KT-trygd, ið hevur góð ráð til hvussu ein tryggjar seg á bestan hátt ímóti álopum frá teldusníkum, ljóðar tað frá Politinum.

 

##med2##