07 Vestur og Piotr Krakowski eru komin ásamt um avtalu fyri komandi kappingarár, skrivar heimasíðan hjá 07 Vestur. Royndi venjarin leiddi liðið til uppflyting úr 1. deild í ár.
Tað hevur ljóðað, at Piotr Krakowski ikki fór at halda fram í 07 Vestur. Men í gjár boðaði felagið frá, at ein avtala er gjørd við fryntliga póllendingin um at verða venjari komandi kappingarár. 07 Vestur vann farna kappingarár 1.deild.
Hetta merkir so, at ein av venjaraspurningunum í Effo-deildini fyri komandi kappingarár er avgreiddur. Feløgini, sum ikki endaliga hava sett venjara fyri komandi kappingarár eru millum annað EB/Streymur, ÍF, B36, TB og NSÍ.