Skúlaárið 2007/2008 verða á leið 50 lærarastørv lýst leys, harav 10-15 størv eru orsakað av PISA-átøkum. Olaus Jespersen, deildarstjóri á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum, sigur sambært heimasíðuni hjá Lærarafelagnum, at tey ikki rokna við, at øll lærarastørvini kunnu verða sett við útbúnum lærarum 1. august í ár, men meginparturin. Lærarastørvini, sum verða sett 1. august í ár í sambandi við PISA-átøkini, kosta 2,2 milliónir krónur í verandi fíggjarári, skúlaárini 2008/2009 og 2009/2010 kosta hesir tímar ávikavist 7,5 mió. og 10,6 mió. krónur, upplýsir Olaus Jespersen.