Tað vóru tveir stórur skúlar í Havnini, sum kláraðu seg best í fyrstu Pisa kanningini í Føroyum.
Tað kann Sosialurin avdúka í dag.
Heilt síðani úrslitið av Pisa kanningini varð almannakunngjørt, hevur verið dúgliga gitt og mett um, hvussu teir einstaku skúlarnir kláraðu seg í kanningini.
Men Mentamálaráðið hevur alla tíðina tvíhildið um, at úrslitið hjá teimum einstøku skúlununum fór ikki at verða almannakunngjørt.
Men á Sosialinum hava vit kortini fingið at vita frá vælvitandi keldum, at tað var Kommunuskúlin í Havnini, sum hevði stóð seg allarbest av øllum skúlum í Føroyum.
Tann, sum kláraði seg næstbest, var ein annar stórur skúli í Havnini, Venjingarskúlin.
Fegnast um úrslitið
Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á nøkrum úr Mentamálaráðnum, tí tey hava øll verið á Visjónstorgið í morgun.
Men vit hava fingið fatur á teimum báðum skúlastjórunum í Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum.
Bæði Hanus Joensen, stjóri í Kommunuskúlanum og Niels Nattestad eru fegnir um úrslitið.
Men teir staðfesta báðir, at hóast teir stóðu seg væl eftir føroyskum viðurskiftum, so stóðu teir seg ikki serliga væl eftir norðurlendskum støði.
- Hóast vit vóru næstbest í Føroyum, vóru vit undir miðal eftir norðurlendskum støði, sigur stjórin í Venjingarskúlanum.
Hanus Joensen er sannførdur um, at hóast føroyskir næmingar ikki stóðu seg so væl, er støðan heilt avgjørt ikki so vánalig, sum úrslitið vísir.
- Tað vísti seg, at næmingarnir tíverri ikki tóku kanningina í nóg stórum álvara. Tað eru nógvar orsøkir til tað, men størsta orsøkin er Mentamálaráðið sjálvt.
Eitt, sum hann sipar til, er, at Mentamálaráðið segði frammanundan, at talan var bara um eina undankanning og at hetta var ikki tann rætta kanningin.
- Tað vóru signal, sum bæði næmingar og foreldur fangaðu og tey vóru avgjørt ikki serliga eggjandi, sigur hann.
Neyðugt við ábótum
Men hóast teir meta, at støðan ikki er so ring, sum Pisa kanningin staðfestir, eru báðir skúlastjórarnir samdir um, at tað er nógv, sum kann gerast betri, tí tað slepst ikki uttanum, at tað er nógv, sum krevur ábøtur.
- Vit hava altíð havt ein góðan skúla og góðar lærarar, sum gera eitt stórt arbeiði. Men sjálvsagt eri eg ógvuliga fegin um, at tað nú eisini verður staðfest í Pisa kanningini, at vit gera eitt dygdargott arbeiði, sigur Niels Nattestad á Venjingarskúlanum.
Men hann vil ikki í smálutir við úrslitinum, men sigur kortini, at Venjingarskúlin stóð seg serstakliga væl í rokning.
Hann vísir kortini á, at Venjingarskúlin var undir miðal eftir norðurlendskum støði.
- So skulu vit taka Pisa kanningina í nóg stórum álvara, eiga vit at stremba eftir at koma upp á eitt norðurlendskt støði, sigur hann.
Hann staðfestir tí, at tað skulu nógvar ábøtur til og á Venjingarskúlanum eru tey nú farin at kanna eftir, hvat tey kunnu gera innanhýsis fyri at bøta um støðuna.
- Vit hava longu sett lærarar í bólkar at arbeiða við støðuni og fyri at kanna eftir, hvat vit sjálvi kunnu gera fyri at fremja undirvísingina, sigur hann.
Stjórin á Venjingarskúlanum sigur, at tey úrslitini verða løgd fram í vár.
Hann veit ikki, hvussu úrslitini eru hjá øðrum skúlum og tí veit hann ikki um hetta sigur nakað um, antin stórir skúlar eru betri enn smærri skúlar.
Eg veit ikki um hetta sigur annað enn tað, at vit gera eitt gott arbeiði. Men vit kunnu so í øllum førum staðfesta, at størri skúlar eru ikki verri.