Pliktarbeiði hjá KÍ á Mølini

Eingin ivi var um, hvør parturin hevði størri breidd og tyngd, men tað var ikki fyrrenn í 2. hálvleiki, at sigurin varð rudduliga staðfestur

Fótbóltur

KÍ er framvegis væl við í stríðnum um FM heitið, heiðursmerkini og harvið nýggja Europa Cup luttøku. Tað syrgdu klaksvíkingar fyri, tá teir mánakvøldið vunnu 4?0 á Eiði. Talan var um søtan sigur, tí royndirnar seinastu tíggju árini hava ofta víst, at tað eftir Europa Cup ævintýr ikki er lætt at seta seg upp til næsta uppgávuna í landskappingini.
KÍ var í útgávu, ið ? sammett við tað, sum mótstøðuliðið hevði at bjóða uppá ? var ultra verjukend. Í staðin fyri leikbannaða Allan Joensen var Jan Anderasen á liðnum. Jan er og verður verjuspælari, og harvið hevði KÍ tríggjar spælarar í miðverjuni, meðan heimaliðið bara hevði Jón Sigurd Gleðisheygg í álopinum. Sorin Anghel var ikki við mánakvøldið, og í borðunum vóru Teitur Joensen og Hans Pauli Samuelsen væl meiri miðvallarar enn álopsspælarar.
Atli Danielsen í høgru og Rúni Elttør í vinstru vóru ikki nógv við í álopsmyndingini í 1. hálvleiki, tá KÍ uppstillingin líktist 5?2?3. Hjalgrím Elttør og Jan Joensen arbeiddu nógv og væl á miðvøllinum, meðan tað enn eina ferð sást millum lítið og einki til norska álopsspælaran.
Fyrstu løtuna av seinna umfarinum royndi EB/Streymur, sum undan steðginum hevði havt einar tvær royndir ímóti málinum hjá Meinhardti Joensen, at bjóða av, men bara eina ferð settu teir málverjan á serliga roynd. Annars hevði KÍ miðverjan við sera trygga Aleksander Djordjevic sum álitismanni, gott tak á.
Hesa løtuna hevði KÍ so mikið ilt við at fáa grundspælið, sum teir megna, at hanga saman, at teir ikki settu klaksvíkingin í EB/Streyma málinum upp á serligar royndir.
Sum í eitt nú dystinum ímóti HB í Klaksvík var kenslan, at KÍ við útskiftingum kundi trimma liðið til størri avrik, og soleiðis vísti tað seg eisini at verða. Sum tá EB/Streymur spældi í Runavík næstsíðsta vikuskifti, so sást tað, sum 2. hálvleikur leið, at tað á liðnum eru fleiri, sum sammett við oddaliðini, ið teir takast við, eru dreingir ímóti monnum.
Tá Harley Bertholdsen (avrikini tá hann kemur á vøllin gera, at tað er ófatuligt at tað ikki er pláss fyri honum millum teir fyrstu ellivu) varð settur í høgra borð, og tá so Kurt Mørkøre sjálvur kom í álopið, gjørdist tyngdin og breiddin størri. Og møðin hjá heimaliðnum saman við frísku innskiftingunum hjá KÍ høvdu við sær, at trý mál komu afturat, og at KÍ harvið at enda vann stórsigur.

Málini
Málið í 1. hálvleiki kom, eftir at Hjalgrím Elttør hevði vunnið fríspark á brotsteigarmarkinum í høgru og átta metrar úr málinum. Heðin á Lakjuni smekkaði til framvið manngarðinum, eitt sindur av aftur og fram stóðst frammanfyri Gunnar á Steig, Pacek setti krúllin undir bóltin ímóti málinum, og dómarin skrásetti Bjarta Vettelstad fyri at vera síðstur á bóltinum. Kanska var tað hann, sum við knænum ella lærinum beindi bóltinum um strikuna.
Heðin á Lakjuni økti til 2?0, tá hann í vinstru hegnisliga tamdi høga diagonalsending frá Harley Bertholsen, kom inn um verjuna og sendi flatt framvið Gunnari á Steig og í handara síðunetið.
Harley Bertholdsen átti nógv í 3?0 málinum. Fyrst steðgaði hann á miðvøllinum mótstøðumonnunum, prikaði fram til Hjalgrím Elttør, sum spældi Kurt Mørkøre í høgru í brotsteiginum. Innleggið varð blokerað til horna. Tað kom innfyri, og eftir eitt sindur av aftur og fram og innlegg aftur úr vinstru, smekkaði Harley Bertholdsen í málið ? ikki so ólíkt tá hann skoraði í Klaksvík ímóti HB.
Heðin á Lakjuni staðfesti stutt undan leikloki. Úr brotsteigar samankomingini í vinstru smekkaði hann flatt í handara síðunetið. Sera arbeiðssami Hjalgrím Elttør átti næstsíðsta fótin á. Hann rak fram eftir miðásinum og slepti so til vinstru fyri seg sjálvan.

Dysturin í tølum:
EB/Streymur-KÍ 0-4 (0-1)
0-1: Bjarte Vattelstad
0-2: Heðin á Lakjuni
0-3: Harley Bertholdsen
0-4: Heðin á Lakjuni
Dómari: Petur Skarðenni

EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Marni Djurhuus, Andrzej Pacek, Christian Carlsson, Eyðfinn Joensen ? Teitur Joensen, Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen, Oddvin Zachariassen, Hans Pauli Samuelsen ? Jón Sigurd Gleðisheygg
KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Ove Nysted, Alexander Djordjevic, Rúni Elttør ? Hjalgrím Elttør, Jan Andreasen, Jan Joensen ? Allan Mørkøre, Bjarte Vettelstad, Heðin á Lakjuni