Politiski fepurin verður høgur

Tað er greitt, at í hvussu so er eitt val verður í Føroyum næsta tingárið

Tríggir nýggjársdagar eru í Føroyum á hvørjum ári. Ein er hann, sum í álmanakkanum er nýggjársdagur – 1. januar. Ein annar er fyrsti sunnudagur í advent, sum er nýggjársdagur í kirkjuárinum, og so er tað ólavsøkudagur, sum er nýggjársdagur í politisku skipanini. Í dag verður farið undir nýggja tingsetu. Tingsetan er frá á ólavsøku og fram til næstu ólavsøku.

 

Tað er greitt, at val og valstríð fara at seta nógvan dám á politikkin frá nú av og fram til politiska nýggjársdagin í 2023. Tí tað er greitt, at eitt val verður áðrenn á ólavsøku í 2023, og so er spurningurin, hvussu tað verður við løgtingsvalinum.

 

Lars Løkke Rasmussen útskrivaði fólkatingsval at vera mikudagin 5. juni í 2019. Tá var eisini fólkatingsval í Føroyum. Í Danmark verður fýra ára valskeið roknað at vera frá valdegnum og fram til dagin fyri undanfarna valdag. Tað vil siga, at fóllatingsval verður í seinast lagi 3. juni í 2023. 4. juni í 2023 er sunnudagur, og sunnudagur hevur ongantíð verið valdagur í Danmark. Sum politiski hýrurin hevur verið í Danmark síðstu vikurnar er tað rættiliga sannlíkt, at Mette Frederiksen fer at útskriva val at vera í september ella oktober, og so verður tað eisini fólkatingsval í Føroyum.

 

Løgtingsval verður í seinasta lagi hósdagin 31. august í 2023. Tað er møguleiki fyri, at løgtingsval verður fyrri enn so, men tað man vera lítið sannlíkt. Tað er løgmaður, sum útskrivar val, og tað kann vera, at løgtingið áleggur honum at útskriva val. Í Føroyum var tað ikki siðvenja, at løgtingið upploysti seg sjálvt, og tað var heldur ikki siðvenja, at løgmaður útskrivaði val í ótíð. Men seinnu árini er tað fleiri ferðir komið fyri, at valskeiðið ikki hevur verið í fýra ár.

 

Síðani 1946 og fram til 1978 vóru tað fýra ár millum løgtingsvalini. Tey vóru 8. november – inntil í 1970, tá ið 8. november var sunnudagur. Sunnudagur er altíð valdagur í eitt nú Fraklandi, og tá ið val er til ES tingið. Sunnudagur hevur ongantíð verið valdagur í Føroyum. Tí var løgtingsval leygardagin 7. november í 1970. Í 1980 varð val útskrivað, tí samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin skrædnaði. Tá var vent aftur til 8. november sum valdag. Hetta var ein leygardag.

 

 Í 1990 varð val útskrivað tvey ár eftir, at val hevði verið. Tá var samfelagskreppa, og valið varð útskrivað, eftir at fyrst ein og so ein onnur samgonga var skrædnað.

 

Valið í 1990 var leygardagin 17. november, og tí lá í kortunum, at val fór at vera á heysti í 1994. Eftir valið í 1990 skipaði Atli P. Dam samgongu millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Marita Petersen varð løgmaður eftir ársskiftið í 1993, og hon skipaði samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Samgongan misti meirilutan, tá ið Lasse Klein tók seg úr Sjálvstýrisflokkinum, og so varð val útskrivað at vera hósdagin 7. juli í 1994. Valið í 1998 varð útskrivað at vera hósdagin 30. apríl. Tað komst av, at Edmund Joensen løgmaður útskrivaði val í ótíð, tí talan var um innanhýsis ósemju í Sambandsflokkinum.

 

Eftir valið í 1998 varð fullveldissamgongan millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin skipað. Hon misti meirilutan á løgtingsvalinum týsdagin 30. apríl í 2002, men hon vann meirilutan aftur, tá ið Miðflokkurin varð partur av samgonguni. Samgongan helt inntil í adventini í 2003, tá ið Anfinn Kallsberg løgmaður útskrivaði løgtingsval at vera týsdagin 20. januar í 2004.

 

Samgongan hjá Jóannesi Eidesgaard millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin helt alt valskeiðið, og løgtingsval var leygardagin 19. januar í 2008. Eftir tvær samgongur var tað løgtingsval í ótíð leygardagin 29. oktober í 2011, tí samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni slitnaði. Á ólavsøku í 2015 útskrivaði Kaj Leo Holm Johannesen løgtingsval at vera týsdagin 1. september í 2015.

 

Av nógvum orsøkum verður tað mett at vera ólagaligt, at løgtingsval er um mánaðarskiftið august/september, og at valstríð harvið er á hásumri, men tað tykist vera torført at fáa samgongu og løgmann at útskriva val at vera í ótíð. Ivaleyst hevði tað verið væl høgligari, um løgtingsval var um várið, eitt nú í mars ella apríl. Kaj Leo Holm Johannesen var noyddur at útskriva val at vera 1. september í 2015, og Aksel V. Johannesen helt um stýrisvølin so leingi, sum tað bar til og útskrivaði ikki val at vera fyrr enn leygardagin 31. august í 2019.