Hvussu langt vil Løgmaður loyva landstýrismanninum í lógarmálum at fara í sjálvsøkni.
Seinastu tíðina hevur rættuligt rok staðist av, at landstýrismaðurin í Lógarmálum, Høgni Hoydal, sjálvsøkin - við eini kunngerð - hevur lagt forðingar fyri, at fíggjarstovnar kunnu halda áfram við at nýta Gjaldsskipanina til handilsligt endamál.
Upprunin til lógina tekur støðið í einari tíð, har føroyska samfelagið er í svárari búskaparligari kreppu, og er tí skiljandi hví, politiska skipanin legði dent á at smíða lógir, hvørs endamál varð - í stórst møguligan mun - at varveita føroyska vitan og arbeiðspláss, hervið eina samskipan av dátuviðgerð, í Føroyum.
Eftirfylgjandi samgongur, og landstýrismenn ið hava varða av økinum - uttan mun til politiskan flokk og samanseting av samgongu - hava duga, at umsitið lógina við skynsemi, soleiðis at henda ikki hevur verið til ampa fyri vanligum fyritakssemi.
Upprunastøðið er, at lógin skal tryggja/regulera persónsvernd hins einstaka, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar. Í londum rundanum okkum er siðvenja, at skilja millum tvinni hugtøk: viðkvom dáta og vanlig dáta, trygg lond og ótrygg lond.
Við viðkvom dáta skilst, átrúnaður, politiskur litur, kynslív, lógarmisbrot v.m., meðan vanlig dáta hava eitt heilt annað sermerki.
Vanlig dáta bera merki av, at tað eru upplýsingar ið hvør einkultur - tað verið seg persónur, virki ella land - kann gera nýtslu av dagliga. T.d. telefonnummar, bústaðarupplýsingar v.m., herundir eisini sendari og móttakari av peningaupphæddum, ið krevst, skal ein daglig gjaldsmiðling fara fram.
Næsti spurningurin er so, hvussu og hvar hesi dáta verða viðgjørd. Hvussu dáta verða viðgjørd ídag er ofta meira trupul at skilja enn áður, tó kann sum heild sigast, at elektroniski miðilin, í stóran mun hevur avloyst handaligu viðgerðina.
Besta dømi um menningina er, at vit ídag flyta pening millum persónar og lond við elektroniskum skipanum, meðan vit fyri bert fáum árum síðani, nýttu kontantan pening, kekkar og post.
Tá talan er um hvar dáta verða viðgjørd, skilur man vanliga millum trygg og ótrygg lond. Tað ið eyðkennir trygg lond er, at tað valdar politiskur friður (demokrati), búskaparligt støðufesti, og at samfelagsskipanir, herundir peningastovnsskipanir og lógarkarmar, í stóran mun, eru sambærlig millum hesi lond. Tað øvugta er galdandi fyri lond, ið vit vanliga nevna ótrygg lond.
Í eini roynd at lýsa hugtøkini, er myndin niðanfyri sett upp:
DÁTALOND
Trygg
Ótrygg
Vanlig
Geiri 1.
LoyvtGeiri 2.
Avmarka
Viðkvom
Geiri 3.
Avmarka
Geiri 4.
IKKI LOYVT
Sum tað framgongur á myndini omanfyri, er tað ikki líkamikið hvørji dáta talan er um, og heldur ikki hvar hesi dáta verða viðgjørd. Dáta ið liggja innan geirarnar 2 og 3 royna mynduleikar vanliga at avmarkað mest møguligt, meðan dáta innan geira 4 vanliga ikki eru loyvd millum landamørk.
Dáta, ið liggja innanfyri geira 1 eru loyvd, tí her er talan um vanlig dáta, hvørs endamál er at tæna persónligum ella handilsligum viðurskiftum.
Tað hevði verið skiljandi um løgmálaráðharrin hevði ynskt at tálma (steðga) útflutninginum av viðkvomum dáta, og tað hevði somuleiðis verið skiljandi, um løgmálaráðharrin ynskti at tálma (steðga) útflutningi av øllum dáta til lond, ið verða mett ótrygg.
Tað óvæntaða, og sera undrunarsama er, at løgmálaráðharrin - í ansøgn til vanligan hugsunarhátt - als ikki skilur millum vanlig og viðkvom dáta, og á hinari síðuni trygg og ótrygg lond.
Tvørturímóti. Løgmálaráðharrin nýtur heimild sína til at steðga ferðsluni av fíggjarligum dáta - ið má eyðmerkjast sum verandi vanlig dáta, og í allar mátar meinaleys dáta, havandi persónsvernd hins einstaka í huga - við øll lond, herundir Danmark, ið kann bjóða viðskiftafólkum ein óreingiligan tryggleika, á økinum.
Við øðrum orðum, steingir løgmálaráðharrin allan samhandil við onnur lond, uttan mun til hvat eyðkenni útfluttu dátaini hava. Hetta kann tykjast undrunarvert, havandi í huga, at løgmálaráðharrin sjálvur, í undanfarnum viðgerum, hevur litið dønum í hendi at umsita Føroysku Tinglýsingina, sum má sigast at innihalda viðkvom dáta.
Í samband við lógaruppskotið, hava uml. 8 ymiskir áhugabólkar verið hoyrdir. Felags fyri allar er, at teir lasta lógarsmíðið. Fíggjarmálaráðið sigur beinleiðis í sínum skrivi, at teir mæla frá, at man ger tílíkar lógir, tí hesar forða vinnuni og skerja kappingarføri.
Kunngerðin, løgmálaráðharrin setti í gildi - hóast Tingsins vilji ikki var til lógarbroyting á økinum - gevur fíggjarvinnuni serviðgerð, men tíverri ikki á ein positivan hátt. Hon avmarkar framtíðarmøguleikar fyri samvinnu við onnur lond á gjaldsmiðlaøkinum. Altjóða gjaldsskipanir eru sera orku- og fíggjar krevjandi, og havast skal í huga, at sjálvt Danmark metir seg lítlan, tá hugsa verður um hetta menningarøki.
Tað hevur tí avgerandi týdning, at politiska skipanin er varug við, at talan er ikki bert um ein trupuleika hjá fíggjarstovnunum, men ein samfelagstrupuleika. Tað er ein sannroynd, at fyrisitingarligi parturin av einum altjóða samstarvi alloftast fer fram við tøkniligum loysnum, og er tað tí avgjerandi, at lógarverkið megnar at taka hædd fyri hesum.
Kann ovasti mynduleiki í Føroyum - Løgtingið, og ikki minst Løgmaður - liva við, at løgmálaráðharrin í sjálvdrátti lýsur kunngerðir, ið eru í ansøgn við viðgerðina í Løgtinginum, sum avgjørdi at beina málið í rættarnevndina? Rættarnevndin valdi seinni ikki at taka støðu í málinum?
Kann ovasti mynduleiki í Føroyum liva við, at løgmálaráðharrin, ið umsitur lógir landsins - møguliga - kann dømast fyri at bróta somu lógir, við at lýsa kunngerðina?
Forkvinnan í Dátueftirlitinum - sum Føroya Løgting hevur latið upp í hendurnar at umsita lógina - gav herfyri greitt til kennar, at lýsta kunngerð als onki hevur við dátuviðgerð at gera, men at talan hinvegin er um eina vinnupolitiska forðing.
Kann Føroya Løgting lata sær tílíkt lynda?