Politiskt spinn og vánaligar veljarakanningar

Seinastu dagarnar hevur kjakið tikið seg uppaftur, um tað skal verða frítt at koyra í Vága og Norðoyartunnlinum. Hetta kjak hevur við jøvnum millumbili verið á breddanum, við útgangsstøði í, at tað í sínari tíð varð sagt, men ikki skrivliga dokumenterðað, at tá lánsgjøldini vóru afturgoldin, skuldi verða frítt at koyra.

 

Við allari virðing fyri teimum, sum vór partar av politisku skipanini og øðrum, sum hava havt hesa fatan.

 

Tað er væl skiljandi, at fólk hava eina prinsippiella støðu í hesum málinum. Tá politiska skipanin í sínari tíð meldaði út, at tað fór at verða frítt at koyra. Orðatakið sigur, at eitt orð er eitt orð, ein maður ein maður.

 

Tú kanst hava eina meining, til tú hevur eina aðra, serliga tá talan er um eitt tíðarskeið uppá 20 ár. Hetta tíðarskeiðið kann hava samført okkum um tað er rætt ella skeivt at halda fast upp á tað, sum í sínari tíð bleiv sagt.

 

Persónliga havi eg verið ivasamur, um at tað er rætt, at tað skal verða frítt at koyra. Men eri vorðin meir og meir sammførdur um, at tað er rætt at hava eitt brúkarðagjald. Tunnulin er 20 ára gamal. Um tú ikki visti tað, hevði verið trupult at tikið dagar ímillum, hvør tunnil er nýggjari, Eysturoyar tunnilin ella Vágatunnilin. Hetta hevur kunna latið seg gjør tí at vit hava havt brúkarðagjald. Ein tunnil, sum frá degi eitt er væl luppdateraður og víðlíkhildin.

 

Gjaldið er nærum ein eitt symbolst gjald, og hevur lítlan og ongan týdning fyri brúkaran, men kemur at hava stóran týdning í framtíð fyri viðlíkhaldi í tunnlunum, og ikki minst fyri landskassan,  um gjaldið verður avtikið. Tað verður ført fram, at kostnaðurin til rakstur og viðlíkhald er 30 mill um árið.  Hesin peningur skal finnast á eini fíggjarlóg, sum nú gevur stórt hall. Tí fáa tey, sum frálíður rætt, at hetta kemur at ganga útyvir støðið.

 

Samferðslukervið hevur eitt eftirsleip upp á fleiri hundrað milliónir. Hjá vágafólki er ikki neyðugt at fara so langt.

 

Far ein túr til Gásdals. Hesin tunnulin umleið 5 ár yngri ella frá 2006. Ljósføringin vánalig, grót javnan á vegnum, asvaltið á vegbananum vánaligt og sliti, og víkjuplássini ikki asfelteraði, eftir meir enn fimtan árum. Hetta er ikki eitt álop á Landsverk, men ein staðfesting av tí, sum verður ført fram um játtanini til viðlíkhald.

 

So eg kann ikki verða meira samdur við stjóranum í vinnuhúsinum um , at kemur einki  í staðin, kann hetta við tíðini fáa álvarsligar fylgjur.

 

Tað verður ofta ført fram, hví bara vágafólk og norðingar skulu rinda. Til tað er at siga, at hesin pástandur er ikki rættur. Øll rinda fyri at koma til Vágarnar, Norðoyggjar, Eysturoynna um stutta tíð til Sandoyar og til Suðuroyar.

 

Ferðavinnan verður ein størri og størri partur av búskapinum. Her koma fólk við egnum bili ella leiga sær bil, hví skulu hesi koyra runt ein stóran part av árinum uttan at gjalda. Tað verður ikki eitt tunnulsgjald, sum heldur ferðamanninum aftur at koma til Føroyar

 

Tá talan er um vinnulív og kappingarføri átti hetta at verið ein tekniskur spurningur, sum fyri langari tíð síðan átti at verið reguleraður í  prísum. At argumentera við ávísum gjøldum ( størri akfør) sum eru ov høg í skipanini, er eitt tunt argument fyri at taka gjaldið burtur.

 

Tíðin hevur víst, hvat vit hava, og framtíðin fer at vísa, hvat vit fáa. Samferðslukervið eigur ikki at verða brúkt til politiskt spinn, um veljarakanningarnar eru ov vánaligar.