Politiskur poppur í heimflokki

Okkum dámar væl at yvirraska fólk, sigur Jón Tyril, um avgerðina at taka eitt tað størsta danska poppnavnið í løtuni við á skránna fyri G! Festivalin, nú fjølmentaði hip-hop bólkurin Outlandish fer á pallin á Gøtusandi.

Festival summarið

Tað var ein sera vælnøgdur Jón Tyril, ið vit fingu fatur á í telefonini, nú tað gjørdist greitt, at Outlandish spælir á G! Festivalinum. Hann hevur tvær ferðir upplivað Outlandish á konsert, og báðu ferðina hevur honum dámt bólkin sera væl, tí er hann eisini sera fegin at kunna bjóða føroyingum enn eina góða tónleika uppliving. Hetta, at bólkurin er ein góð tónleikauppliving, er nokk høvuðsorsøkin til, at Outlandish er komin á skránna fyri G!.

Dáma at yvirraska
Jón sigur somuleiðis, at festivalurin ofta verður settur í samband við eitt sindur tyngrið tónleik enn hetta, ivaleyst orsaka av tónlistarligu bakgrundini hjá fyriskiparunum, og upprunaliga tilknýtið til Grót, ið vanliga skipar fyri smáum rokkkonsertum í Losjuni.
Men soleiðis er ikki í veruleikanum.Fyriskipararnir vilja fegin broyta hesa ímyndina, greiðir Jón frá Okkum hevur øll árini dámt, at yvirraska fólk. T.d. vóru nóg yvirraskaði av, at Bumfunk MCs spældi, og eisini fleiri av at Europe spældi, summi vóru eisini yvirraskaði yvir, at Kashmir spældi - Tí tey tá ikki hildu, at danskir bólkar sluppu at spæla á G!, sigur Jón. Tað er heldur eingin ivi um, at nógv nú eru tikin av bóli av, at Outlandish er á skránni í ár. Men hetta er ein staðfesting av, at G! Festivalurin hevur einki ímóti popp tónleiki.

Sterkar politiskar viðmerkingar
Búsitandi í Danmark, men við uppruna í Honduras, Marokko og Pakistan, er Outlandish ein sera fjølmentaður bólkur, ið samstundis er ein tann størsti danski tónlistarligi útflutningurin seinnu árini. Men hetta er samstundis ein bólkur, ið veruliga hevur nógv á hjartanum. Tekstirnir eru sterkir og finnast hvassliga at órætti. Hetta var so á fløguni Bread And Barrels Of Water, men gjørdist uppaftur týðiligari á nýggjastu fløguni Closer Than Veins. Outlandish er ein sterkt politiskur bólkur, ið ikki finnir seg í at fólk vera viðfarin illa. Stutt sagt er hetta tónleikur við meiningum. Nakað, sum Jón Tyril eisini heldur vera sera jaligt, Tað er altíð stuttligt at uppliva fólk, ið veruliga meina okkurt og brúka tað í sínum tónleiki, sigur Jón.

Størsti danski hip hop bólkur
Hóast sjálvur tónleikurin er fangandi poppur, so eru so nógv ymisk rák og íblástur at hoyra í tónleikinum, at tú ongantíð er í iva um, at tú lurtar eftir Outlandish, Hetta er eitt slag av heimstónleiki, blandað við hip hoppi og rnb. Bólkurin hevur skapt eitt sterkt og egið ljóð. ið hevur vunnið bólkinum nógvar fjepparir. Við hitfløgum sum Guantanamo, Aicha, Walou, Man binder os på mund og hånd og Look Into My Eyes, hevur Outlandish rakt nógv breiðari á danska marknaðinum, enn nakar annar hip hop bólkur hevur gjørt áður.

Røkka út um heimamarknaðin
Fløgan Bread And Barrels Of Water hevur rokkið langt út um danska kongaríkið, og bólkurin hevur selt gyltar fløgur í Týsklandi, Eysturríki, Sveis, Svøríki, India, Miðeystri, Hollandi og Spania, og hevur verið nógv at hoyrt í MTV. Stakfløgan Aicha er seld í fleiri enn 400.000 eintøkum, meðan Guantanao og Walou somuleiðis seldu sera væl kring heimin. Bread And Barrels Of Water varð seld í 250.000 eintøkum. Eisini hava løg verið á savnsfløgum, ið eru seldar í fleiri enn 7 milliónum eintøkum.
Stóra fløgusølan og áhugin fyri bólkinum hevur eisini verið við til at tryggja bólkinum heiðurslønir á bæði Nordic og Danish Music Awards, millum annað besti bólkur úr norðurlondum í 2004.

Heilt live
Outlandish eru á løtuni á konsertferð kring Danmark. Bólkurin hevur á ferðini Århus bólkin Gypsies við sum konsert tónleikarar. Á hesi konsertferðini hevur Outlandish lagt dent á at spæla heilt live, her eru eingi samples ella forritaði pettir, men livandi tónleikarar, ið spæla livandi tónleik.
Outlandish er góðsku poppur og teirra luttøka á G! átti tí ikki at tikið nakran av bóli. Tí høg góðska er nakað sum G! Festivalurin ferð eftir ferð hevur lagt dent á, er grunnleggjandi eginleikin, ið teir bólkar, ið festivalurin bjóðar fram, skulu hava.