Póllendingurin hevði bæði konu og børn

- Ametyst hevur leytara úr jarni, sum hekk niður við skipssíðuna, og her var eisini net undir leytaranum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

 

Útlendski sjómaðurin, sum varð funnin druknaður við Vestaru Bryggju í Havn í gjár, er póllendingur, sum sigldi við føroyska ísfiskatrolaranum, Ametyst.

 

Maðurin, sum var fyrst í fýratiárunum, hevur konu og børn í Póllandi, og vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at familjan í heimlandinum er kunnað um vanlukkuna.

 

Tað var tíðliga seinnapartin í gjár, at kavarar hjá Tórshavnar Sløkkiliði funnu líkið av manninum nærindis, har skipið lá.

 

Sjómaðurin hevði verið í landi kvøldið fyri, men læt vinmenn, hann var saman við, vita, at hann fór tíðliga umborð aftur, tí hann skuldi til arbeiðis morgunin eftir.

 

Men, tá maðurin ikki var komin umborð aftur morgunin eftir, varð hann eftirlýstur og nakrar tímar seinni funnin druknaður.

 

Løgreglan kannar málið, og í løtuni bendir alt á, at pólski sjómaðurin helst er dottin niður ímillum bryggjuna og skipið - ella er dottin á sjógv, áðrenn hann er farin upp í leytaran.

 

- Vit eru ikki lidnir við kanningararbeiðið enn, men eftir øllum at døma er talan um eina vanlukku - og ikki um eina kriminella hending. Vit hava kannað vakmyndatól, sum eru í økinum, men hetta arbeiðið er ikki liðugt enn.

 

Líkskoðan verður í morgin.

 

Vaktleiðarin vísir á, at Ametyst hevur leytara úr jarni, sum hekk niður við skipssíðuna, tá vanlukkan hendi, og her var eisini net undir leytaranum.

 

- Tað er trupult at siga, um ein sjómaður, sum dettur úr leytaranum ella møguliga av lúnninginum, endar í netinum.

 

Vaktleiðarin sigur, at málið verður so væl kannað, sum tað letur seg gera, men fyribils bendir alt á, at talan er um eina syrgiliga vanlukku.