- Tað eru fólk, ið ikki vilja lata seg koppseta, sum doyggja í hesi smittubylgjuni, sigur læknin, Bartosz Rustecki, sum her stendur yvir einum doyggjandi sjúklingi - einum manni í 50'árunum.

Pólsk sjúkrahús fyllast við ikki-koppsettum

- Fólk vilja treyðugt lata seg koppseta, og nú telist Pólland millum lond í Evropa, sum hevur hægstu yvirdeyðiligheit, sigur pólskur lækni.

- Tað eru fólk, ið ikki vilja lata seg koppseta, sum doyggja í hesi smittubylgjuni, sigur læknin, Bartosz Rustecki, sum her stendur yvir einum doyggjandi sjúklingi - einum manni í 50'árunum.

Ein nýggj smittubylgja herjar í Evropa, og VG skrivar í kvøld, at koronu-sjúkrahús í Póllandi fyllast nú við sjúklingum, sum ikki vilja lata seg koppseta. 

 

Í Póllandi eru bara 53 prosent av fólkinum koppsett. Samstundis, sum út við 80.000 fólk eru staðfest at vera deyð við koronu, telist Pólland millum tey lond í Evropa, sum hevur hægstu yvirdeyðiligheit.

 

Seinasta árið eru nevniliga 128.000 fólk fleiri deyð í landinum enn talið av deyðum er eitt vanligt ár.

 

Tá seinasta smittubylgjan herjaði í Póllandi, tørvaði landinum koppingarevni, men hesaferð er trupulleikin ein annar. Nú vilja fleiri ikki lata seg koppseta.

 

Sjálvt um kanningar vísa, at koppseting er besta verjan móti smittu, verjan ímóti at enda á sjúkrahúsi og verjan ímóti, at tú doyr, um tú verður smittaður, hevur tað verið trupult at fáa pólska fólkið at lata seg koppseta.

 

##med2##

 

Tá tú fortelur sjúklingum, at tey kunnu enda í respiratori, um tey ikki lata seg koppseta, angra tey tá sína avgerð?

 

- Nei. Nøkur viðurkenna ikki ein gang, at covid-19 er til, sigur pólski læknin, Bartosz Rustecki, sum starvast á Wojskowy-sjúkrahúsinum í Warszawa.

 

Læknin vísir á, at í hesi smittubylgjuni eru tað fólk, sum eru ímóti koppseting, ið doyggja, og bara mikudagin í hesi vikuni doyðu 460 fólk í Póllandi við koronu.

 

- Í ávísunum síggja tey, at fólk doyggja, men kortini eru tað fleiri, sum ikki vilja trúgva, at covid-19 er til, sigur læknin, sum vísir til mannin á myndini omanfyri.

 

Læknin, sum er í smittuverjubúna, sigur, at maðurin á myndini, sum er í 50-árunum, trýr ikki upp á koppingarevnið. Hann er lagdur í koma og liggur nú í respiratori, sum trýstir luft inn og út úr lungum hansara.

 

Kemur maðurin  at yvirliva? spyr norska heimasíðan VG.

 

- Nei, tað vænti eg ikki, sigur læknin, Bartosz Rustecki á Wojskowy-sjúkrahúsinum í Warszawa.

 

 

 

- Tað eru fólk, ið ikki vilja lata seg koppseta, sum doyggja í hesi smittubylgjuni, sigur læknin, Bartosz Rustecki, sum her stendur yvir einum doyggjandi sjúklingi - einum manni í 50'árunum.

Soleiðis skrivar norska heimasíðan VG í kvøld.