Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, sigur, at tað er eingin orsøk at halda, at tíðindni um, at USA fyribils steðgar allari hjálp til Ukraina, ikki eru sonn.
Sagt hevur verið í morgun, at fyribils steðgurin eisini fevnir um hernaðarhjálp, sum er á veg í skipum, flogførum og sum longu er komin til grannalandið, Pólland.
Sambært AFP sigur Donald Tusk, at amerikanski steðgurin longu er sjónligur í Póllandi, haðani vápn og humaniter hjálp fara til krígsherjaða gannalandið, Ukraina.
- Tískil er eingin orsøk at halda, at hetta bara eru tóm orð, sigur Donald Tusk sambært AFP.
Pólski forsætisráðharrin sigur, at frágreiðingar frá markinum millum londini benda á, at veitingarnar úr USA nú eru í einari bíðistøðu.
##med2##