Mateusz Morawiecki segði, at vesturheimurin hevur undirmett russisku bjørnina, men hann heldur eisini, at bjørnin kann temjast, sum hann tók til á tíðindafundi í Berlin.

Pólski ríkisleiðarin: Ávarar um triðja heimsbardaga

- At samstarva við Russland er tað sama sum at gera eina avtalu við djevulin, segði pólski forsætisráðharrin á tíðindafundi í Berlin.

Mateusz Morawiecki segði, at vesturheimurin hevur undirmett russisku bjørnina, men hann heldur eisini, at bjørnin kann temjast, sum hann tók til á tíðindafundi í Berlin.

Pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, heldur, at vápnaveitingarnar hjá vesturheiminum til Ukraina eru avgerandi fyri, at vit ikki fáa ein triðja heimsbardaga.

 

Hin 24. februar verður eitt ár liðið, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina. Russiski forsetin, Vladimir Putin, helt, at hann fór at fáa ræðið á grannalandinum eftir fáum døgum.

 

Men, ukrainska mótstøðan og stríðsviljin vísti seg at vera nógv størri, enn nakar hevði dugað at ímyndað sær.

 

Ukraina vísir javnan á týdningin av vápnaveitingunum úr vesturheiminum, sum ein avgerandi lut í at kunna trýsta russisku herdeildirnar í Ukraina aftur.

 

Hesa vikuna fundast USA og onnur lond í vesturheiminum, sum veita hernaðarhjálp til Ukraina, á Ramstein-støðini í Týsklandi, har tey røða um at samskipa hjálpina til Ukraina.

 

Í gjár eggjaði forsætisráðharrin í Póllandi, Mateusz Morawiecki, vesturheimin til at halda fram við vápnaveitingunum til Ukraina.

 

- Tí, um Russland megnar at fáa tak á Ukraina, kann hetta verða byrjanin til ein triðja heimsbardaga, legði pólski ríkisleiðarin aftrat.

 

Mateusz Morawiecki segði, at vesturheimurin hevur undirmett russisku bjørnina, men hann heldur eisini, at bjørnin kann temjast, sum hann tók til. 

 

- Men, at samstarva við Russland er tað sama sum at gera eina avtalu við djevulin, segði pólski forsætisráðharrin á tíðindafundi í Berlin sambært svenska blaðnum, Expressen.

 

##med2##

 

Hann legði dent á, at tað er eingin orsøk at halda seg aftur í at veita vápnahjálp til Kyiv, sum er høvuðsstaðurin í Ukraina.

 

Herfyri segði eisini Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, at Ukraina í nærmastu framtíð fer at fáa tyngri vápn, og hann vísti á, at Ukraina í løtuni er í einari truplari støðu í krígnum.

 

- Vit síggja harðar bardagar har eysturi í Ukraina, eitt nú í Soledar og Bakhmut, og vit síggja eisini brutal loftálop á ukrainskar býir, segði Jens Stoltenberg sambært tíðindastovuni, NTB.

 

Nato-aðalskrivarin legði aftrat, at tær vápnaveitingar, sum eru fráboðaðar til Ukraina seinastu dagarnar, eru týdningarmiklar, og hann segði seg vænta, at londini fara at veita Ukraina enn størri hjálp.

 

Mateusz Morawiecki segði, at vesturheimurin hevur undirmett russisku bjørnina, men hann heldur eisini, at bjørnin kann temjast, sum hann tók til á tíðindafundi í Berlin.

Pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, hevur einki álit á Vladimir Putin og Russlandi.