Aarhus Fremad spældi um vikuskiftið ímóti Hobro í donsku 2. deild vestur. Liðið hjá Krzysztof Popczynksi spældi á heimavølli og stóð til at vinna dystin. Tá ið 10 minuttir vóru eftir at spæla, var Aarhus Fremad á odda 3-1, men seinastu løtuna skrædnaði hjá teimum og Hobro fekk tvey mál. Seinna málið var við brotssparki í síðsta minutti.