Portugal sama venjara til 2020

Portugisiski landsliðsvenjarin, Fernando Santos kemur at standa á odda fyri Portugal komandi fýra árini

 

61 ára gamli Fernando Santos kemur at standa á odda fyri portugisiska heilt fram til 2020. Hetta váttar portugisiska fótbóltssambandið, sum á hendan hátt takkar Fernando Santos fyri at hava ført Portugal til EM-gullið. Fernando Santos verður sostatt fyrsti portugisiski landsliðsvenjarin, sum spælir ein undankappingardyst ímóti Føroyum. Hetta verður mánakvøldið 10. oktober klokkan 19.45 á Tórsvølli.

 

Fernando Santos hevur fingið til uppgávu at vinna Portugal í HM-endaspælið, sum verður í Russlandi á sumri í 2018, og so verður arbeiðssetningurin at verja EM-gullið, sum liðið vann í EM-endaspælinum í Fraklandi fyri stuttum. 

 

Fernando Santos hevur verið landsliðsvenjari hjá Portugal síðani september 2014, og hann er fyrsti portugisiski landsliðsvenjarin, sum hevur vunnið eitt heitið við Portugal. Áður hevur Fernando Santos vant øll trý stórliðini í Portugal, Benfica, Sporting Lissabon og FC Porto.

Árini 2010 til 2014 var Fernando Santos landsliðsvenjari hjá Grikkalandi.