Portugisisk løgregla biðir foreldrini um umbering

Ein týskari er undir illgruna í málinum um horvnu Madeleine McCann, men fyribils er hann ikki skuldsettur.

Ein bólkur av høgtstandandi portugisiskum løgreglufólki vóru fyrr í ár í Bretlandi og bóðu foreldrini hjá horvnu smágentuni, Madeleine McCann, um umbering.

 

Tíðindastovan BBC veit at siga, at løgreglufólkini hittu pápa gentuna, Gerry McCann, og bóðu hann um umbering fyri mátan, tey høvdu viðfarið familjuna eftir, at dóttirin hvarv.

 

Sambært BBC hevur familjan ikki gjørt viðmerkingar til umberingina, og málið um horvnu smágentuna er framvegis ikki loyst.

 

Bretska Madeleine McCann var trý ára gomul, tá hon hvarv úr einari frítíðaríbúð og Praia da Luz í Portugal, meðan foreldrini vóru saman við vinfólki nærindis íbúðini.

 

Hóast stór leiting var eftir smágentuni og hevur verið tað í fleiri ár eftir, og málið hevur havt stórt uppmerksemi í altjóða miðlum, eru eingi spor funnin eftir gentuna.

 

Í september 2007 fingu foreldrini, Kate og Gerry McCann, status sum  "arguidos" - ella mistonkt - í kanningararbeiðnum hjá portugisisku løgregluni.

 

- Alment slepti løgreglan skuldsetingini móti foreldrunum í 2008, men kortini hevði portugisiska løgreglan illgruna til foreldrini í fleiri ár eftir hetta, veit BBC at siga.

 

Nú hava tey so fingið eina umbering fyri hetta frá løgregluni í Portugal.

 

Ein týskari hevur leingi verið undir illgruna í málinum um horvnu Madeleine McCann, men fyribils er hann ikki skuldsettur.