Portugisiskur miðil: Ronaldo hótti við at fara heim

Cristiano Ronaldo var fúkandi óður um ikki at sleppa at byrja inni móti Sveis

Hann er ein hin besti fótbóltsleikarin nakrantíð, men árini eru farin at merkjast hjá skjótt 38 ára Cristiano Ronaldo.

 

Tí var Cristiano Ronaldo aftaná nøkur minni góð avrik vrakaður til byrjanaruppstillingina hjá Portugal í HM-áttandapartsfinaluni móti Sveis.

 

Tá Ronaldo fekk boðini, at hann ikki slapp at byrja inni móti Sveis bleiv hann fúkandi óður, og hótti við at fara heim.

 

Hetta skrivar stóri portugisiski miðilin, Record. Sambært Record sissaðist Ronaldo stutt undan dystinum, og setti seg á beinkin saman við hinum eykaleikarunum.

 

Og tað gekk framúr hjá Portugal. Tá Ronaldo kom á vøllin í 73. minutti var Portugal á odda 5-1 móti Sveis. Ronaldo skoraði einki mál í 6-1 sigrinum, men fekk góðan stuðul frá áskoðarunum.

 

Nú bíða fólk spent eftir hvat hendir um landsliðsvenjarin, Fernando Santos vrakar Ronaldo til liðuppstillingina móti Marokko í HM-fjórðingsfinaluni, ið verður leikt leygardagin klokkan 15.