14 ársverk skulu sparast á Postverkinum næsta ár fyri at fáa raksturin at hanga saman. Posthúsið í SMS verður stongt.
Tað eru greiðu boðini, Bergur í Garði, stjóri á Postverki Føroya hevur at bera í samband við, at Postverkið hevur viðgjørt avleiðingarnar av sparingum á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Hann sigur, at hálvtfimta ársverk verður spart burtur við beinleiðis uppsagnum. Av hesum verður bróðurparturin í Havn, sigur hann.
Hann sigur, at við teimum útmeldingum, sum komnar eru frá politiskari síðu, var greitt, at raksturin hjá Postverkinum fór at geva eitt hall upp á fimm milliónir krónur næsta ár, um einki varð gjørt.
Tá so politisk boð komu um, at tvær milliónir krónur til tænastumannalønir vórðu fluttar á fíggjarlógina, hjálpti tað nakað upp á trýstið. Men tað var ikki nokk, og tí verður neyðugt við øðrum sparingum eisini.
Umframt tey, sum verða søgd úr starvi, fara nøkur niður í tíð, onkur fer í farloyvi, og roknað verður við, at hálvttriðja ársverk kann sparast við natúrligari frágongd.
Umframt hevur Posterkið so sett upp, at fýra ársverk skulu sparast við rationaliseringum og øðrum sparingum.
Hetta skal gerast við at umskipa arbeiðsgongdir á Postverkinum, sigur Bergur í Garði.
Hann sigur, at Postverkið brúkar nógvar pengar til vaktarskipanir og yvirtíðararbeiði. Hetta verður nú lagt um og fer væntandi at spara stovninum nógvar pengar, sigur stjórin á Postverki Føroya, Bergur í Garði.