Á eini framsýning í SMS stóð eisini ein Mazda 616 avtakin við frímerkjum
Postkassin, sum stóð í SMS í 1984, varð gjørdur akkurát sum ein vanligur postkassi, bara 10 ferðir størri. Hann var 6,421 m høgur, 3,783 m breiður og 1,993 djúpur. Umframt at kunna um føroysk frímerkir, var endamálið við hesum postkassanum eisini at fáa fólk at skriva brøv og senda eina heilsan gjøgnum Postverk Føroya.
Tað var Hans G.Bischoff, táverðandi marknaðarleiðarin Frímerkjadeildini, sum hevði sett seg í samband við Guinnes Book of Records og fingið ein umboðsmann frá teimum at koma hendan vegin.
Mazda við frímerkjum
Tað vóru eisini onnur skemtilig tiltøk á framsýningini. Til dømis var ein Mazda 616 avtakin við frímerkjum. Hetta var ein kapping um at gita, hvussu nógv frímerkir vóru á bilinum. Umleið 5000 fólk vóru við í kappingini, sum Leivur Thomsen í Havn vann. Hann hevði talt 12.893 frímerkir og vann 2.000 krónur. Rætta talið var 12.895, so hann var bert 2 frímerkir frá tí rætta talinum.