Møtirøð
Danin Orla Lindskov Christensen kemur í komandi viku til Føroya at vitja hvítusunnusamkomurnar í Filadelfia í Havn, Vágum og í Sundalagnum, eins og samkomuna Saron í Vestmanna.
Hvítusunnusamkomurnar siga, at Orla Lindskov Christensen er kendur fyri at prædika soleiðis, at fólk gleðast bæði í kroppi og sál.
Sagt verður í tíðindaskrivi frá samkomunum, at stórur partur av arbeiðinum hjá Orla Lindskov Christensen í dag er at biða fyri sjúkum fólki. Hesin partur av gleðiboðskapinum verður alt meira praktiseraður í dag, siga hvítusunnufólkini í tíðindaskrivinum.
Sjálvur sigur Orla Lindskov Christensen, at tað, sum Jesus praktiseraði við at gera væl og hjálpa sjúkum til førleika aftur, er ikki bert søga, men virkar eisini í dag í kirkjum og samkomum.