Premier League byrjar í kvøld

Premier League: Fyrsti dysturin í fyrsta umfari verður í kvøld

Premier League byrjar aftur í kvøld. Fyrsti dysturin verður millum Crystal Palace og Arsenal. Í morgin leggur Liverpool fyri við dysti móti Fulham. Seinasti dysturin í fyrsta umfari verður sunnudagin klokkan 16.30, tá West Ham tekur móti Manchester City.

 

Sum nakað nýtt, so verður møguligt at gera fimm útskiftingar. Premier League hevur ikki fylgt restini av Evropa, har fimm útskiftingar hevur verið vanligt, síðani koronufarsóttina. Fleiri av smærru feløgunum hava mótmælt, tí tey meta tað er ein fyrimunur fyri tey stóru við fleiri spælarum.

 

Síðani koronufarsóttina hevur eitt rák tikið seg fram. Tað er at fólk renna inn á vøllin. Bæði í samband við at fáa ein mynd ella líknandi frá einum spælara, ella tá lið skora ella hava vunnið ein týðandi dyst. Hetta verður nú revsað við, at viðkomandi áskoðarar verða burturvístir frá felagnum í eitt longri tíðarskeið.

 

Tað sama er galdandi fyri fólk, sum hava neyðblus ella annað fýrverk við til dyst. Premier League sigur, at hetta skal tryggja at øll kunnu kenna seg trygg til ein dyst. Av øðrum smálutum verður arbeitt við, at tað skulu verða fleiri bóltar tøkir, so tað verður minni spilltíð, tá bólturin fer av vøllinum.

 

Premier League 1. umfar:

 

Í kvøld:

 

Crystal Palace – Arsenal (20.00)

 

Leygardagin:

 

Fulham – Liverpool (12.30)

 

AFC Bournemouth – Aston Villa (15.00)

 

Leeds – Wolverhampton (15.00)

 

Newcastle – Nottingham Forest (15.00)

 

Tottenham – Southampton (15.00)

 

Everton – Chelsea (17.30)

 

Sunnudagin:

 

Leicester – Brentford (14.00)

 

Manchester United – Brighton (14.00)

 

West Ham – Manchester City (16.30)