Beint fyri kl 11 okkara tíð var lítla prinsessan hjá Mary og Fríðriki krúnprinsi doypt. Navnið er Isabella Henrietta Ingrid Margrethe Tað var Erik Norman Svendsen, biskupur, ið sum vant fekk heiðurin at doypa lítlu prinsessuna.
Navnið Isabella er spanskt-portugisiskt og er avleitt av navninum Elisabeth, so man kann siga, at Mary Elisabeth kortini varð uppkallað.
Tað eru 3.565 aðrar danska gentur, sum bera navnið Isabella.