Prísfall - triðju viku á rað

Væntandi er, at spottprísirnir á laksi fara at liggja um 40 danskar krónur fyri kilo í næstu viku.

 

iLaks, sum hvønn fríggjadag ger metingar um laksaprísin í vikuni eftir, byggir sínar metingar á útsagnir frá fleiri ymiskum pørtum í laksavinnuni. 

 

Um vikuna, sum stundar til, verður sagt, at á keyparasíðuni eru færri keyparar, samstundis sum meira fiskur er á marknaðinum.

 

Hetta ger, at spottprísirnir á laksi lækka - triðju viku á rað.

 

- Einar 52-53 norskar krónur, sum er góðar 38 danskar krónur, er boðið hjá einum keypara fyri laksaprísin í næstu viku.

 

- Nú er alt vent á høvdið. Frídagarnir eru ikki í Noregi; teir eru á meginlandinum. Tað verða í hvussu er ongar nøgdir, sum fara yvir 55 norskar krónur, sigur keyparin.

 

Tað er beint oman fyri 40 krónur fyri kilo í donskum krónum.

 

- Knappliga er marknaðurin púrasta deyður. Eftir prísir á 70 norskar krónur fyri kilo, er nú lítil áhugi at keypa. Tá teir tríggir stóru í Póllandi ikki keypa, verður trýstið á øðrum marknaðum.

 

Ein seljari sigur, at tey higartil hava selt laks í tveimum bilum til Evropa. Hetta er laksur á 3-4 kilo, sum er farin fyri 5,90 evrur, har tað, sum fellur í alarans part, er stívliga 41 (danskar) krónur fyri kilo.

 

- Eg meti, at prísurin í næstu vku fer at liggja um 55, 57 og 59 krónur fyri laks, sum liggur millum 3 og 6 kilo, sigur ein alari við iLaks.

 

Alarin leggur tó aftrat, at avlopsfiskur, sum hædd eisini má takast fyri, kann gera, at prísirnir í næstu viku verða nakað lægri, kanska 53, 55 og 58 norskar krónur fyri kilo.

 

- Nú byrja vit at nærkast einum prísstøði, sum byggir á eftirspurningin. Eg vóni, at prísirnir kunnu gerast meira støðugir og fara at liggja miðskeiðis í 50-unum, sigur alari.

 

Og 55 norskar krónur er beint oman fyri 40 danskar krónur - ella neyvt 40,18.