Privat skulu gera sendingar í Kringvarpinum

Privatiseringsætlanirnar av Kringvarpinum, sum vórðu umrøddar á landsfundi Miðfloksins snúgva seg um útveiting av sendingum.

Privatiseringsætlanirnar av Kringvarpinum, sum vórðu umrøddar á landsfundi Miðfloksins snúgva seg um útveiting av sendingum.

 

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, vísir aftur, at landsstýrið ætlar at selja Kringvarp Føroya. Tá Karsten Hansen tosar um at privatisera Kringvarpið, so snýr tað seg um at útveita sendingar.

 

Tað var á landsfundi hjá Miðflokkinum, at Karsten Hansen boðaði frá, at tey í landsstýrinum eru vorðin samd um at einskilja Kringvarpið, og at sendingar skulu bóðast út.

 

– Eg havi alla tíðina ført fram, at Miðflokkurin hevur ta støðu, at Kringvarpið skal einskiljast, og at sendingarnar skulu bjóðast út. Og á seinasta landsstýrisfundi varð semja um, at landsstýrismaðurin (Bjørn Kalsø, red.) skuldi kanna, hvørjir møguleikar eru at einskilja upp til 50 prosent av Kringvarpinum sum eina byrjan, segði Karsten Hansen.

 

Sambært Bjørn Kalsø arbeiðir hann við einum »kringvarpspakka«, sum hann sjálvur sigur. Pakkin gongur út uppá, at Kringvarpið ikki longur skal kunna selja lýsingar, at kringvarpsgjaldið verður frítikið fyri meirviriðisgjald. Hann ætlar síðani, at mvg-parturin av kringvarpsgjaldinum skal nýtast til at rinda Kringvaprinum tað, sum tey missa í inntøkum av lýsingum, soleiðis at stovnurin kann rekast fyri somu pengar, sum í dag.

 

Síðani skal hann kanna, hvørjir møguleikar eru fyri at lata onnur, enn starvsfólk í Kringvarpinum, gera sendingar í Kringvarpinum. Sambært Karsten Hansen er talan um sum eina byrjan »upp til 50 prosent«.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri hoyra tað, sum Bjørn Kalsø segði við Rás2 um málið.

 

 

'