Prósturin skal hava hjálparprest

Søkt verður nú eftir hjálparpresti til próstin

Folkakirkjan.fo skrivar, at hjálparpresturin verður virkandi sóknarprestur í Nes prestagjaldi.

 

Kallið verður ætlandi sett 1. september 2024 ella so skjótt til ber.

 

Talan er um eitt fulltíðarstarv í eitt ár. Eingin tænastubústaður er til embætið.

 

Kirkjuráðini innstilla prestin, og biskupur er setanarmyndugleiki.

 

Kirkjusóknirnar eru tvær: Nes og Gøtu kirkjusókn.

 

Talan er um eina royndarverkætlan, har hjálparpresturin í Nes prestagjaldi í samráð við staðbundnu sóknarprestarnar í landinum heldur gudstænastur í kirkjusóknum, ið eru minni enn 400 fólk.