Rigga av
West Navion hevur í eina tíð bora ein brunn fyri BP og Shell á bretskum øki. Vónirnar til at finna olju í hesum brunninum, Assynt vórðu nógv størri enn í Svínoyarøkinum. Men eftir tí sum Sosialurin skilur, so er eisini hesin brunnurin turrur. Hetta er eitt stórt vónsvik fyri BP, tí felagið hevði gjørt seg út til at fara undir framleiðlsu frá fundum á føroyskum og bretskum øki, um so var at olja varð funnin. BP og Shell hava annars bundið seg til at bora 2 ella 3 brunnar aftrat í hesum loyvinum 204/18, sum liggur uppat føroyska markinum. Óvist er nær teir verða boraðir. Helst verður tað ikki fyrr enn í 2003, tá BP og Shell helst eisini fara at bora á føroyskum øki.
Annars verður roknað við nógvum borivirksemi bretskum megin markið næsta ár. Amerada Hess fer helst at bora ein brunn í sínum loyvi beint hinumegin markið, og verður hesin brunnurin eisini at meta sum ein metingar- og avmarkingarbrunnur fyri tað fundið, sum felaigð hevur gjørt á føroyska landgrunninum. Helst er talan um eitt oljufelt, sum liggur báðumegin markið. Phillips hevur eitt loyvi á bretskum øki við síðuna av tí hjá Amerada Hess og bendir okkurt á, at teir fara eisini at bora har næsta ár. Satoil er við í tí loyvinum. Síðani kemur Texaco ella sum tað nú eitur ChevronTexaco, sum hevur fleiri loyvi í bretska partinum av fyrrverandi Hvíta økinum. Tað ljóðar at ChevronTexaco fer at bora ein brunn í loyvinum, sum liggur beint hinumegin loyvið hjá Agip og Føroya Kolvetni á landgrunninum. Sosialurin hevur skilt, at metingarnar vísa, at eitt møguligt oljufelt á bretska økinum gongur um markið og inn á loyvið hjá Agip. Í hesum sambandi hava verið nógvar gitingar, um ikki Texaco, sum hevur havt stóran áhuga í føroyska økinum, ikki hevði eitt ynski um at sleppa við í samtakið hjá Agip og Føroya Kolvetni. Hetta vildi verið rættiliga náttúrligt, ikki minst um so er, at ein møguligt oljufelt liggur báðumegin markið. Tá fara vit at uppliva tað sama sum nú verður gitt um í loyvunum hjá Ther Faroes Partnership báðumegin markið.
Sosialurin veit frá keldum, at fleiri feløg ?fríggja? til Agip um at sleppa uppí loyvið á landgrunninum. Í oljuverðini hevur tað eisini verið mett rættiliga náttúrligt, at okkurt felag kom uppí loyvi aftrat fyri harvið at minka um váðan hjá Agip. ChevronTexaco skal so vera eitt av teimum feløgunum, sum liggja framvið. Men okkurt annað er eisini.
Alt hetta bendir á, at vit fara at fáa nógv borivirksemi beint við markið inni á bretskum øki næsta ár. Og at hetta virksemið eftir øllum at døma er tætt tengt at møguleikanum fyri at finna olju á okkara egna landgrunni.
Føroyskur Statoilstjóri til Saudi Arabia
Nú Statoil samtakið ikki rakti við olju hesaferð verður eisini minni virksemi á skrivsotunvi hjá Statoil í Havn. Tað hevur so ma. við sær, at Statoil kann brúka síni fólk har til aðrar uppgávur úti í heimi. Rúni Hansen, sum hevur staðið á odda fyri leitingini á føroyaøkinum skal nú eisini røkja uppgávur í Saudi Arabia, Abu Dabi og í Norðurafrika skilur Sosialurin. Men hetta merkir ikki, at hann verður loystur heilt frá uppgávunum í Føroyum. Tær fer hann eisini at fylgja um enn á síðulinjuni í eina tíð. Kortini verða eftirmetingar og kanningar av ymsum slag gjørdar, tí Statoil samtakið hevur bundið seg til fleiri boringar og seismiskar kanningar. Sosialurin skilur, at Rúni Hansen longu frá 1. februar fer at ro,yna seg á nýggju økjum hjá Statoil í Afrika og Miðeystri. Kortini fer hann at brúka umleið helvt av síni arbeiðsorku til Føroyaøkið, tú her skulu gera fleiri kanningar og evalueringar, áðrenn borurin verður settur í aftur undirgrundina í 2003.