Tvær av heimsins størstu bilverksmiðjum, Toyota og PSA, samstarva um ein
nýggjan bil, sum kemur á marknaðin í 2005. Verkæltanin kallast "Projekt
007", og er talan um ein lítlan hatchback viá 5 hurðum.
Hjá PSA kemur bilurin at eita Peugeot 107 og Citroën C1. Hvat navnið verður hjá Toyota, vita vit ikki enn. Bilurin skal framleiðast á eini verksmiðju í Kolin nærhendis Prag í Kekkia. Árliga framleiðslan verður 300.000 bilar, har 200.000 verða Peugeot og Citroën og 100.000 Toyota.
Felags plattformurin er frá Toyota. Motorarnir verða: 1.0 litur bensin frá
Toyota og 1,4 HDI diesel frá PSA/Ford.
Seinni er ætlanin, at bilurin skal framleiðast í Kina. Møguliga er tað
størsta orsøkin til samstarvið millum Toyota og PSA.
Kelda: FDM / Motor