Public Service

Public Service merkir ”í tænastu fyri al­menn­ingin”, og í sjónvarps- og útvarps­høpi snýr hugtakið seg um at tryggja eitt breitt útboð av sendingum – eisini send­ing­um, ið bert hava avmarkaðan áhuga – og regulerum tænastum, til døm­is at vera partur av tilbúgvingini. Kring­varp Føroya er einasti miðil her heima, sum er álagdur public service-skyld­ur. Yvirskipað eru tær ásettar í í Kring­varps­lógini, §10, sum sigur:
Kring­varp Føroya hevur skyldu til at út­varpa sendingar, ið fevna um tíð­indi, upplýsing, mentan og undir­hald. Kringvarp Føroya skal í pro­gramm­virk­semi­num leggja dent á upplýsingar- og talu­frælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siða­læru føroyinga.
Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendi­ngum. Kringvarp Føroya hevur skyl­du at tryggja starvsfókunum holla máls­liga ráðgeving.
Stk. 3. Kringvarp Føroya skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða likamligu, sálar­ligu og siðalagsligu menningina hjá børn­u­m og ungum undir lógaldri, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harð­lig­um innihaldi.
Stk. 4. Sendingarnar skulu ikki á nakran hátt elva til mannminkan, harðskap ella hat­ur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta regl­ur um, at í sendivirkseminum skal ser­ligt fyrilit vísast børnum og ungum.
Stk. 6. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya kann eisini fevna um at endurvarpa út­lendsk­ar public-service sjónvarpsrásir.
Út frá hesum yvirskipaðu ásetingum gera Kringvarpið og landsstýrismaðurin í menta­málum so meira nágreiniligir og ítøki­lig­ir public service-sáttmálar fyri av­markað áramál. Hesir hava neyvar áset­ing­ar um, hvussu ymisku skyldurnar skulu raðfestast.