Putin fer at seta kjarnorkuvápn upp í grannalandi Hvítarusslandi

Russiski forsetin sigur, at hann fer at gera tað sama sum USA ger: Seta upp kjarnorkuvápn hjá sameindum.

Sambært Vladimir Putin er tað hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko (tv), sum hevur ynskt at áa russisk taktisk kjarnorkuvápn í land sítt. Foto: Sputnik/Reuters

Russiski forsetin, Vladimir Putin sigur, sambært russisku tíðindastovuni Tass, at Russland fer at seta taktisk kjarnorkuvápn upp í Hvítarusslandi.

Hann sigur, at gjørd er avtala við Hvítarussland um at seta upp taktiskt kjarnorkuvápn í økinum hjá grannalandinum. Tað verður gjørt eftir áheitan frá Hvítarusslandi.

Sambært Putin hevur forsetin í Hvítarussalandi, Aleksandr Lukasjenko, í longri tíð havt spurningin á orði um russisk kjarnorkuvápn á hvítarussiskari jørð.

– Vit eru samd við Lukasjenko um, at vit vilja seta upp taktisk kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi, verður sagt.

Putin sigur, at tað ikki er brot á avtaluna um ikki-spreiðing av kjarnorkuvápnum (NPT).

Hann staðfestir, at tað er tað sama, sum USA ger, tá landið setir kjarnorkuvápn upp hjá evropiskum sameindum.

– Áheitanin hjá Hvítarusslandi um hesi vápn úr Russlandi er ikki óvanlig, sigur hann sambært Tass.

Russland hevur í longri tíð lagt upp til, at Hvítarussland kann fáa ein meira virknan lut í krígnum, sum Russland hevur skapt í Ukraina.

Hvítarussland hevur mark til bæði Russland og Ukraina.

Taktisk kjarnorkuvápn hava ongantíð verið brúkt í kríggi. Tey eru ment til at kunna oyða ein fígginda og hernaðarútgerð á stríðsvøllinum. Mótvegis strategiskum kjarnorkuvápnum, sum kunnu oyða lond.

Putin hevur fleiri ferðir síðani russisku innrásina í Ukraina 24. februar í fjør hótt Ukraina og Vesturheimin við russiskum kjarnorkuvápnum.

/ritzau/Reuters

 

Sambært Vladimir Putin er tað hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko (tv), sum hevur ynskt at áa russisk taktisk kjarnorkuvápn í land sítt. Foto: Sputnik/Reuters