Putin gevur boð um framhaldandi krígsførslu

Eftir at býurin, Lysytsjansk, fall, er so gott sum alt Luhansk-økið nú undir russiskum eftirliti, og greinarar vænta, at næsta málið verður at fáa ræðið á øllum Donetsk.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur givið sínum verjumálaráðharra, Sergej Sjojgu, boð um, at russiska krígsførslan í eystara parti av Ukraina skal halda fram.

 

Hetta hendir, eftir at russiski herurin um vikuskiftið fekk valdið í býnum, Lysytsjansk.

 

- Hernaðarligar deildir, íroknað Eystur-bólkurin og Vestur-bólkurin, skulu halda fram við sínum átøkum sambært áður góðkendum ætlanum, segði Vladir Putin við verjumálaráðharran, Sergej Sjojgu, í dag.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.

 

Tá Russland noyddist at taka seg aftur úr høvuðsstaðnum, Kyiv og næst størsta býi landsins, Kharkiv, settu russar sær fyri at leggja orkuna í Donbas-økið har eysturi í Ukraina.

 

Eftir at býurin, Lysytsjansk, fall, er so gott sum alt Luhansk-økið nú undir russiskum eftirliti, og greinarar vænta, at næsta málið hjá Vladimir Putin verður at fáa ræðið á øllum Donetsk.