Putin og Macron hava snakkað saman

- Neyðugt er at skipa ein trygdargeira kring kjarnorkuverkið Zaporizjzja, sum er størsta kjarnorkuverk í Evropa, sigur leiðarin í altjóða kjarnorkustovninum.

Í dag veit hefta russiska tíðindatænastan Tass at siga, at russiski forsetin, Vladimir Putin og franski forsetin, Emmanuel Macron, hava snakkað saman í telefon.

 

Tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur Tass.

 

Sambært Reuters umrøddu forsetarnir trygdarstøðuna í Ukraina og soleiðis eisini støðuna á nógv umrødda kjarnorkuverkinum, Zaporizjzja, sum er størsta kjarnorkuverk í Evopa. 

 

Í samrøðuni skal russiski forsetin sambært tíðindastovuni AFP hava ávarað franska forsetan um, at eitt álop á kjarnorkuverkið kann gerast ein katastrofa.

 

Herfyri snakkaði franski forsetin eisini við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, um støðuna á kjarnorkuverkinum, sum leingi hevur verið undir russiskum valdi, men verður rikið av ukrainskum starvsfólki.

 

Í dag hava ukrainskir myndugleikar upplýst, at seinasti reaktorurin á kjarnorkuverkinum nú er stongdur, og nú verða fyrireikingar gjørdar til at køla reaktorin niður.

 

##med2##

 

Leiðarin á altjóða kjarnorkustovninum (IAEA), Rafel Grossi, er framvegis ógvuliga stúrin um støðuna á verkinum so leingi, sum bardagar millum stríðandi partarnar eru í økinum.

 

Í vikuni hevur IAEA lagt fram eina frágreiðing eftir at hava vitjað á verkinum, og her verður víst á, at neyðugt er at skipa ein trygdargeira kring verkið.

 

Hóast hin seinasti av seks reaktorunum nú er steðgaður, er vandin fyri vanlukku ikki av. Kjarnorkuverkið hevur framvegis brúk fyri at fáa streym til týdningarmiklu køliskipaninar á verkinum.

 

##med3##

 

 

 

Í dag snakkaðu teir saman í telefon, Vladimir Putin og Emmanuel Macron.

Á hesi myndini síggjast teir seks reaktorarnir á stóra kjarnorkuverkinum í Ukraina.