Putin til reiðar við kjarnorkuvápnum í grannalandi

Russland fer undir at seta taktiskt kjarnorkuvápn upp í Hvítarusslandi, tá støðirnar til kjarnorkuvápini standa klár í juli.

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hitti í dag hvítarussiska forsetan Aleksandr Lukasjenko. - Foto: Gavriil Grigorov/Ritzau Scanpix

Tað segði Vladimir Putin, forseti, í dag á fundi við forsetan í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, skrivar russiska tíðindastovan Tass. 

7.-8. juli fara fyrireikingarnar til útgerðina at verða lidnar, og so fara vit alt fyri eitt undir at seta upp hesi vápn í tykkara landi, segði Putin.

Tað kom fram í mars, at Russland ætlar at seta upp taktisk kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi. Tað hevur tó higartil verið óvist, nær skuldi vera.

Hvítarussland er ein av tøttu sameindu hjá Russlandi.

/ritzau/

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hitti í dag hvítarussiska forsetan Aleksandr Lukasjenko. - Foto: Gavriil Grigorov/Ritzau Scanpix